Real og Ronaldo sorlaðu Barcelona

Real Madrid vann greitt og uppiborið 3-1 á Barcelona á Nou Camp í sponsku steypakappingini í kvøld. Real Madrid er nú í finaluni við samanlagdum sigri á 4-2.

 

Tað má hava verið langtsíðani, at Barcelona eru blivnir so flongdir á heimavølli, sum teir vóru í kvøld móti Real Madrid. Stóri spælarin á vøllinum var Cristiano Ronaldo, sum skoraði tvey mál.

 

Portugisin legði Real Madrid á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Gerard Pique gjørdi brotsspark móti Cristiano Ronaldo sjálvum. Cristiano Ronaldo var tryggur úr ellivu metrum og skoraði til 1-0.

 

Barcelona vildi eisini hava brotsspark í fyrra hálvleiki, tá Xabi Alonso rendi Pedro um koll. Í seinna hálvleiki gjørdist alsamt meiri greitt, at Barcelona als ikki var á toppinum, meðan Real Madrid hevði ein góðan dag.

 

Tólv minuttir inn í seinna hálvleiki fór Real Madrid í mótálop, sum endaði við at Cristiano Ronaldo fekk ein returbólt og kundi lættliga økja til 2-0. Barcelona megnaði ikki at fáa skjóta og tekniska spælið at rigga. Hinvegin, so økti Real Madrid enn eina ferð, tá Raphael Varane stútaði bóltin í mál eftir hornspark.

 

Jordi Alba minkaði um munin í evstu løtu, men Barcelona og Lionel Messi vóru ongantíð nær við at hótta Real Madrid. Sum Barcelona spældi, so hevði eitt møguligt brotsspark í fyrra hálvleiki heldur ikki broytt nakað upp á útfallið.

 

Real Madrid go Barcelona møtast aftur leygardagin í sponsku landskappingini.