Real vil ikki sleppa Ronaldo

Venjarin hjá Portugal, Carlos Queiroz, hevur annars tikið Ronaldo út, nú Portugal skal spæla avgerandi play off-dystirnar móti Bosnia/Herzegovina.

Men hetta eru tey alt annað enn fegin um í Real Madrid.

Ronaldo varð skaddur, tá Real Madrid fyri einum mánaði síðani spældi Champions League-dyst, og síðani skaðin versnaði í landsdysti, hevur hann als ikki spælt.

Nú hevur Real Madrid so sent læknaskjøl til portugisiska fótbóltssambandið í vónini um, at spælarin kann fáa viðgerð hjá Real Madrid, heldur enn at verða pjøssaður saman til ein landsdyst, og harvið økja um vandan fyri at gera skaðan í fótliðinum enn verri.

 

Hollendski serlæknin, sum tekur sær av skaðanum hjá Ronaldo, hevur áður sagt, at tað ganga í minsta lagi tvær vikur, áðrenn spælarin aftur er førur fyri at spæla.