Løgreglan í Bretlandi hevur tikið fyrrverandi blaðstjóran á News of the World Rebekah Brooks. Sambært Sky News er hon tikin í sambandi við gøluna um, at News of the World hevur brúkt ólógliga telefonlurting.
Scotland Yard í London váttar, at tann 43 ára gamla Rebekah Brooks er tikin, og at hon er undir illgruna fyri at hava brúkt ólógliga telefonlurting tey árini, hon var blaðstjóri Harafturat er hon undir illgruna fyri korrupsjón.
Fyri nøkrum døgum síðani segði Rebekah Brooks seg úr starvinum sum stjóri í fjølmiðlafyritøkuni News International hjá Rupert Murdoch.