Talan er kanska um seinastu oyggjaleikir, har sonevnda FITA-umfarið gongur yvir tveir dagar. Tosað verður nevnliga um at broyta kappingina, soleiðis at FITA-umfarið gongur yvir ein dag, soleiðis at bogaskjótingin eisini kann fáa rúm fyri olympisku skjótingini, sum er tvey full umfør á 70 metrum.
Sterkir hetlendingar
Men eftir at teir báðir longstu teinarnir eru skotnir í einstaklinga- og liðkappingini í bogaskjóting, tykist tað kunna verða trupult hjá føroysku skjúttunum at gera heilt so nógv um seg, sum teir gjørdu á Rhodos.
Schandorff Vang telist hesa ferð millum dómararnar, og tí er hann ikki longur partur av føroyska liðnum, og hóast evnaríkir skjúttar standa til reiðar at taka við, so er hetta ein arvur, sum ikki bara verður lyftur uttan víðari.
Og tá siktið hjá hetlendska Billie Finnie er stillað somikið væl, sum tað var tað mánadagin, er trupult at gera tað heilt stóra. Eftir tey bæði fyrru umførini er Billie Finnie 13 stig framman fyri Jógvan Niclasen, og umframt at geva greiðan fyrimun í einstaklingakappingini, so inniber hetta eisini, at hetlendska liðið er stavnin framman fyri okkara í liðkappingini, har besta kvinnuúrslitið og tey bæði bestu mansúrslitini verða samantald.
Absalon í essinum
Í recurve hevur Absalon Hansen leingi verið sterkasta føroyska kortið, og hesa ferð hevur Abaslon eisini rakt rætta formin á rætta degnum. Og við at hyggja at støðutalvuni í recurve, sæst eisini, hvussu stór breididn er á føroyska recurve-liðnum. Umframt oddasessin hjá Absalon, er Hans Petur Højgaard í løtuni á triða plássinum í kappingini. Nakað sum saman við núverandi fimta-plássinum hjá Anniku Vang sendir Føroyar í oddin í liðkappingini.
Enn er tó helmingurin eftir. Gaman í er hetta tann helmingurin, sum sjáldan gevur tann heilt stóra munin, tí bestu skjúttarnir skjóta somikið støðuga væl á stytru teinunum. Men tað merkir eisini, at hvør einasti kiksari er enn dýrari, og so er spurningurin, um hetta kann verða ein fyrimunur ella vansi fyri føroysku skjúttarnar.