Tað er Bátafelagið Neystið sum skipar fyri Atlantic Airways Regatta og sum hevur gjørt hetta hesi seinastu 20 árini. Væl av fólki hittust um tiltakið og fyri at njóta tað framúr góða veðrið, sum hesin leygardagurin bjóðaði okkum og sunnudagurin við. Flestu gestirnir vóru føroyingar, men bæði danir og fólk úr øðrum londum vóru eisini komin saman.
Tiltakið byrjaði við skrúðgongu við róðrafólkinum, og tey úr Húsakórinum sungu, væl ljóðaði og snøgt sá tað út, øll í føroyskum búna.
Ólavur helt setanarrøðuna
Setanarrøðarin í ár var Ólavur á Heygum, sum var við til at fyrireika fyrstu stevnuna í 1987, og sum í nógv ár var sjálv ímydin av Bátafelagnum Neystinum og Regattaini, sum tá kallaðist fyri Færø Regatta. Í røðu síni nevndi Ólavur nólsoyingin Ova Joensen, sum róði úr Føroyum til Lange Linje í Keypmannahavn, har tíggju túsund fólk og fjølmiðlar við bátum, úr luftini og á landi heiðraðu hann fyri bragdið. Ólavur vísti á, at um ein trýr upp á okkurt, so letur tað seg gera. Um viljin og drívmegin eru til staðar, so ber til at gera eitthvørt nýskapandi. Ólavur legði dent á, at hettar tiltakið kemur ikki av sær sjálvum, tískil skal henda Regatta stuðlast við kærleika.
Ólavur endaði røðuna við at seta Atlantic Airways Regatta 2007.
25 bátsmanningar
Sum vant er kappróðurin sjálvt høvuðstiltakið á regattaini. Í ár luttóku 25 bátsmanningar úr Svøríki, Grønlandi, Føroyum og ymsastaðni úr Danmark. Har vóru old boys, old girls, Norðurlendskur róður, 10 mannafør veteranar, dreingir, gentur og 10 mannafør menn.
Úti við molan hoyrdist skemtiligi frásøgumaðurin Heini Davidsen langa leið í tí stilla veðrinum. Her vóru øll samlað, ung sum tilkomin og ymiskar tjóðir. Lagið var sera gott á fólki allan dagin. Tað var flott og nostalgiskt at síggja flottu føroysku bátarnir koma rógvandi inn framvið málinum fleiri ferðir.
Eftir róðurin fingu róðursfólk handað ferðasteyp, ognarsteyp, ymisk heiðursmerki og sjampanju. Heini Davidsen var í toppform, gestirnir klappaðu og skemtaðu sær óført. Í sjónum vóru bæði hundar, smábørn, seglbátar og vaksin.
Nýggj og gomul minnir
Ein kann halda at Regattain hevur meira at siga fyri tey eldru enn fyri tey ungu, bæði tí at tey eldru ikki hava so nógv at fara til og tí tey hava so nógv góð minnir frá farnum regattaum. Fyri tey ungu er hetta eitt tiltak, ið gevur teimum innilit í føroyska mentan, og sum er vert at halda fast um. Aftaná heiðursmerkjahandanina bjóðaði Heini til Happy Hour og mat í Neystinum. Baðigestir, landgestir og róðrarfólk spákaðu niðan í hugnaliga neystið, sum bátafelagið eigur.
Skerd arbeiðsmegi
Onkur saknaði stóru tjølduni, sum plagdu at standa á grøna plássinum við vegin stutt frá róðarøkinum, men hetta var spart burtur hesaferð, orsakað av útreiðslunum, ósikra veðrinum, og tí at ov fá støðug fólk eru tøk til at taka eina hjálpandi hond í. Eisini kundi PR-arbeiðið verið betur. Men so er nokk av positivum kritikki, og í hugnaliga neystinum gloymdi man skjótt kritikkin. Har kundi man sita inni ella úti. Tey fáu, sum hjálptu til hettar langa vikuskiftið, skula ikki hoyra nakran kritikk her og nú. Heldur skula tey hava herðaklapp og heiður fyri, at Neystið vónandi fekk nakað væl í kassan í ár.
Tað mátti so verið, tí inni í sjálvum neystinum var bíðirøðin long eftir føroyskum mati frá Hjørdis og co., saftigu búffunum hjá Hans Jacob Mouritsen og annars stóra úrvalinum at ymiskum, sum glíður væl niður hjá fólki.
Væl nøgdir fyriskiparar
Sambært Kristvør Hansen úr Neystinum vóru tey sum heild sera takksom fyri, at somikið nógvir gestir komu til Ishøj at hugna sær og á hendan hátt stuðlaðu bátafelagnum. Um kvøldið spældi LM-Band til dansin, sum endaði, tá ljóst var. Kristvør sigur, at dansurin spældi sera væl av, fólk vóru glað og lívlig. Sunnudagin var eisini okkurt á skránni millum annað andlistmáling fyri børnini og annað. Meira kann lesast um tiltakið á www.neystid.dk