Regattatiltak á Sandi

Sands kommuna og ungmannafelagið Virkið á Sandi hava nú lagt eina fyribils skrá fyri regattatiltak, sum verður á Sandi hin 6. juli í ár. Tað eru kommunan og ungmannafelagið, ið standa aftanfyri tiltakið, sum alt fer at ganga fyri seg á havnalagnum Úti á Støð.

Hendan dagin klokkan 16 letur upp søludiskur, og millum klokkan 16 og 19 skipar Virkið fyri ymiskum barnatiltøkum. Tímarnar millum klokkan 18 og 21 fara harmonikuspælarar úr oynni at spæla sjómanssangir.

Klokkan 19 koma seglskipini til bryggju, og tá fer Sands kommuna eisini at bjóða vælkomin. Fram til klokkan 21 verða skipini opin fyri vitjandi, sum verða víst runt umborð, pg børnini fáa spurnarbløð.

Millum klokkan 20 og midnátt fer Restaurant 11 at grilla og selja regattabúffar og annað í tjaldinum. Leikum Fagurt fer at skipa fyri føroyskum dansi í tjaldinum millum klokkan 22 og 23, og síðan verður harmonikudansur við Regini Jacobsen og øðrum frá klokkan 23.

- Skipað verður fyri busskoyring til allar bygdir í oynni eftir tiltakið, sum er alment - og øll eru hjartaliga vælkomin, siga Sands kommuna og ungmannafelagið Virkið.