TF Holding P/F boðar frá, at felagið styrkir um fyrisitingina við at seta Regin Hammer sum varastjóra. Stjóri felagsins er Gunnar í Liða.
Regin Hammer er 36 ára gamal og hevur Master útbúgving í búskapi frá University of Dundee. Hann hevur verið stjóri í egnari ráðgevingarfyritøku síðani 2006 og m.a. verið umboðsmaður fyri DONG Energy A/S seinastu árini.
Nýggi varastjórin er eisini nevndarlimur í TF Holding P/F, sum m. a. er móðurfelag hjá Betri Pensjón og Tryggingarfelagnum Føroyar, har Regin Hammer eisini er nevndarlimur.
TF Holding eigur eisini í partafeløgum so sum Dagsbrún, Hotel Føroyar, Effo, Formula International, Grnlandsbanken TF Ognir og TF Íløgur,