Regin hugsaði inn í boksina

-Við at pakka upplivingina inn í eina gávueskju bar til at selja nógv meira, sigur Regin W. Dalsgaard, sum við Dreymagávuni vann ársins innovatiónsprís

- Við at pakka upplivingina inn í eina gávueskju bar til at selja nógv meira, sigur Regin W. Dalsgaard, sum við Dreymagávuni vann ársins innovatiónsprís.

 

Hugskotið var so sera einfalt. Tað skal bera til at keypa eina uppliving, pent pakkað inn í eina gávueskju, samstundis sum tú fert til handils eftir gerandisvørum.

 

30 ára gamli Regin W. Dalsgaard, sum gjørdist Ársins Íverkseti í 2009, stóð á odda fyri hugskotinum við Dreymagávuni. Sambært honum hevur einfalda hugskotið havt við sær, at ferðavinnan og upplivingarvinnan hava selt munandi meira enn áður.

 

- Vit royndu tað í SMS til jóla, og har bleiv alt útselt, sigur Regin W. Dalsgaard um hugskotið, ið fekk navnið Dreymagávan.

 

- Tilboðini vóru har frammanundan, men Dreymagávan ger tað lættari at koma framat tilboðunum. Eisini kann mangan vera torført at keypa eina gávu til fólk, og her hevur tú møguleikan at keypa eina heldur øðrvísi gávu, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

Hugskotið við Dreymagávuni fekk ársins innovatiónsprís á Íverksetaradegnum hesaferð.

 

Hoyr Regin W. Dalsgaard greiða frá Dreymagávuni við at trýsta á pílin undir myndini.