Hann er sonur Nataliu og Niels Paula Ziskasen, bæði úr Hvalba. Av tí at navnið hjá pápanum ofta kom í bland við onnur, fekk hann sær eftirnavnið Nónstein í 1946 eftir staðarnavni í Hvalba. Niels Pauli var trolaraskipari og handilsmaður.
Regin gekk í barnaskúla í Hvalba. Í 1955 fór hann til Klaksvíkar at ganga í millumskúla. Orsøkin til, at hann fór so langt sum til Klaksvíkar, mundi vera, at har kundi hann búgva hjá pápabeiggjanum Arna Ziskasen og konuni Petrinu. Regin tók millumskúlaprógv í 1959 og fór so suður aftur til Hvalbiar at vera handilsmaður, tí pápin, sum hevði verið uppilagstur í 9 ár, hevði fingið trolaran Jóannes Patursson hjá Kjølbro at føra. Um vetrarnar arbeiddi Regin í kolinum.
Í 1963 fór hann til sjós við Brandi Sigmundarson og var við honum til 1967, tá hann fór at læra til stýrimann í Havn. Hann tók stýrimansprógv í 1969 og skipsføraraprógv í 1970.
Hann var nú stýrimaður á ídnaðartrolaranum Bjarnoy úr Vági í hálvtannað ár, og síðani var hann við Gudmundi av Tvøroyri í 7 ár. Hann var avloysari við Tjaldrinum eitt skifti, vikarur í Hvalbiar Skúla í eitt ár og yvirstýrimaður og skipari á oljuskipinum Magn til 1984, tá hann noyddist at gevast vegna ryggskaða, sum varð viðgjørdur á Ríkissjúkrahúsinum.
Regin Nónstein varð valdur í nevndina fyri Skipara- og Navigatørfelagið í 1984 og er framvegis nevndarlimur. Hann hevur verið næstformaður síðani 1986, og í ár er hann eisini skrivari felagsins.
Í 1971 giftist Regin við Signhild úr Porkeri, og tey eiga tríggjar synir: Niels Paula, Gudmund og Jóhan.