Regin Vágadal einsamallur eftir á borgini

Síðani avgerð varð tikin um at flyta Strandfersluna til Suðuroyar, hevur hvørt tað einasta starvsfólk sagt upp og stjórin er einsamallur eftir

Tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið stórt mannfall á Strandferðsluni, síðani avgerð varð tikin um at flyta stovnin til Suðuroyar.

Tað var í februar í ár, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørdi av at flyta umsitingina hjá Strandferðsluni til Suðuroyar.

Tá varð mett, at fleiri av av starvsfólkunum fóru at siga seg úr starvi, tí tey vildu ikki flyta við stovninum.

Nú kann staðfestast, at hesin spádómur var rættur og tað í ólukkumáti.

Nú, tríggjar mánaðir fyri, at stovnurin skal flyta til Suðuroyar, kann staðfestast, at hvørt tað einasta starvsfólk hevur sagt upp.

Sostatt er bara sjálvur stjórin, Regin Vágadal eftir av teimum gomlu starvsfólkunum. Hann varð settur í stjórastarvið eftir at avgerð varð tikin um at flyta stovnin og fylgir sostatt við til Suðuroyar.

Annars hava øll hini 19 starvsfólkini sagt upp og tað verðu sostatt ein stovnur við spildurnýggjari manning, sum letur upp í Suðuroy á nýggjárinum.

Stúrt varð eisini fyri, at tað fór at knúsa stovnin at flyta hann til Suðuroyar, tí hetta var so spesialiserað arbeiðið, at fór alt fólki úr starvi, fóru nýggj fólk ikki at megna at reka Strandferðsluna víðari.

Men tað skilst á Regin Vágadal, at hann hevur góðar vónir í so máta.

Av tí, at alt fólkið er farið í annað starv, er samstundis rættiliga nógv nýtt fólk sett í starv.

Men tað hevur ikki verið at klaga um, heldur stjórin.

- Útskiftingin hevur bara gingið heilt væl. Vit eru ótrúliga væl nøgd við tey nýggju starvsfólkini, vit hava fingið, tí tað eru dugnalig fólk, so vit hava verið stak heppin við teirri nýggju manningini.

Í løtuni manglar Strandferðslan at seta fimm nýggj størv og tá er øll manningin í umsitingini á Strandferðsluni nýggj.

Men í løtuni er øll samferðsludeildin manntóm, so øll tey størvini mangla tey at seta.

Seinast hevur Strandferðslan nýliga sett Jan Haldansen settur sum leiðari á Sjódeildini og Hans Petur Joensen er settur sum leiðari á fíggjardeildini og hann flytir so úr Havnini til við til Suðuroyar.

Annars skal nýggjur leiðari setast á samferðsludeildina og tað starvið verður endurlýst í hesum døgum, tí ov fáir umsøkjarir vóru fyrru ferð, søkt varð, tá var bara ein umsókn og Strandferðslan vil hava fleiri umsóknir at velja ímillum.

- Annars hevur tað gingið heilt hampiligt at fáa fólk, sigur Regin Vágadal.