Regn komandi dagarnar

Danska veðurstovan DMI væntar regn komandi dagarnar, men mitt í vikuni fer at klára í aftur.

Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi fer í ein norðan og køld luft við ælaveðri kemur yvir Føroyar av útnyrðingi. Sunnudagin fer ein hátrýkksryggur framvið Føroyum úr vestri, og longu mánadagin koma nýggj brúgvaløg inn yvir Føroyar úr vestri. Síðani streymar óstøðug luft móti Føroyum av útsynningi.

  

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í eitt andøvsgul upp í ein strúk í vindi. Ælaveður, møguliga vátakavi, men onkrir sólarglottar. Hitin millum frostmarkið og trý stig. Um kvøldið og náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein útsynning. Turt og yvirhøvur klárt, seinni skýggjað og regn, kanska vátakavi. Hitin millum eitt og fimm stig.

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul sum øtlar í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri. Skýggjað og regn, sum dagur líður. Um kvøldið og náttina verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í, tó okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum trý og átta stig.

 

Mikudagin makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi.Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum trý og átta stig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi. Turt, men skýggjað, og hitin millum seks og níggju stig.

 

Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi. Turt, men skýggjað, og hitin millum seks og níggju stig.