Regn og meiri regn

Mikudagin og hósdagin fer eitt lágtrýst eystan fyri Ísland í ein landnyrðing, og tilhoyrandi brúgvalagið fer framvið Føroyum av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt minni lágtrýst framvið vestan fyri Føroyar. Leygardagin nærkast væntandi ein hátrýstsryggur av suðri og sunnudagin trokar eitt brúgvalag seg inn av landsynningi.

 

Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig. Hósnáttina verður samdrigið og ælaveður, stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst yvirhøvur skýggjað og ælaveður, seinni samdrigið og færri æl. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina um 5 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men um kvøldið og náttina okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, seinni ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og samdrigið. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, seinni turt og tað klárar í. Hitin millum 4 og 7 stig.