Regn um vikuskiftið

Tað verður umskiftandi veður næstu dagarnar

Vikuskiftisveðrið er fyri tað mesta merkt av vindi og regni, boðar veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, frá.

 

Í morgin verður hvassur vindur, millum 14 og 19 metrar um sekundi. Fyrrapartin verður turt, men út á dagin fer at regna. Tað verður nakað kaldari í veðrinum, tí hitin kemur at liggja millum 4 og 7 stig.

 

Sunnudagin kunnu vit vænta minni vind, og tað fer at regna av og á. Hitin fer at liggja millum 5 og 8 stig.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Petur Skeel Jacobsen greiða frá vikuskiftisveðrinum.