Fiskimenn skulu ikki seta nøsina upp eftir hægri hýru næstu tíðina.
Tað er greitt eftir at Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hesar seinastu dagarnar hava samráðst um ein nýggjan sáttmála.
Sáttmálin ímillum partarnar hevði farið úr gildi um eina viku tann 30. november og tað var Fiskimannafelagið sum segði sáttmálan upp.
Kravdu hægri hýru
Herfyri segði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum fyri Sosialinum, at kravið til reiðararnar fór at vera, at hýruprosentið skuldi upp og í einstøkum førum skuldi tað hækkast fleiri prosent.
Hann staðfesti, at í nítiárunum varð hýruprosentið á summum skipum lækkað rættiliga nógv og at tað skuldi nú fáast í rættlag.
Og hann staðfesti eisini, at vildu reiðararnir ikki góðtaka eina hækking, var vandi fyri, at skipini verða løgd.
Næstan ongar broytingar
Hesum kravi hava reiðararnir avgjørdir víst aftur og tað gera teir framvegis.
Viberg Sørensen hevur sagt fyri Sosialinum, at hann væntaði ongar broytingar uttan onkrar smávegis dagføringar.
Og nú samráðingarnar hava verið, ásannar hann, at tað hava ongi stórmál verið á tapetinum.
- Hesar samráðingarnar hava verið óvanliga stillar og friðarligar og nú eru partarnir at kalla samdir um ein nýggjan sáttmála, sigur hann.
Hann sigur, at tað einasta, sum verður broytt í tí nýggja sáttmálanum eru onkrar smávegis dagføringar, sum onki kosta.
Ikki rætta tíðin
Men hann staðfestir eisini, at hetta er ikki tíðin til tær stóru kollveltingarnar í viðurskiftunum hjá fiskiflotanum og tí kundi tað ikki koma upp á tal at hækka nakrar hýrur, sum støðan er nú.
- Í hesum tíðum ber ikki so frægt sum til at droyma um, at hýrurnar skulu hækka. Tað er vónleyst, tí fiskiflotin klárar ikki dagliga raksturin, sum er og tí ber ikki til at áleggja honum enn størri útreiðslur.
Hann sigur, at hýran hjá manningunum er roknað í prosentum av avreiðingarvirðinum og sostatt ferðast inntøkan upp og niður, alt eftir fiskiskapi og fiskaprísum.
- Vit hava ikki meirn enn eitt ávíst krónutal at býta og vit eru komin á eitt mark fyri, hvussu stóran part av hesi upphædd, manningin kann fáa í sín prosentpart, sigur Viberg Sørensen.
Eitt annað krav frá fiskimannafelagnum skuldu vera, at fiskimenn skuldu fáa frí ímillum jól og nýggjár.
- Tað hava teir allarflestu frammanundan, tí næstan ongi skip eru úti tá. Annars shava vit longu avtalað, at fara skip avstað millum jól og nýggjar, kunnu menn verða verandi heima, uttan at talan er um uppsagnargrund, so eitt slíkt krav hevur ongan praktiskan týdning, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, hevur ongar viðmerkingar til málið nú.
Hann vil fyrst tosa við nevndina í Fiskimannafelagnum og annars staðfestir hann gmlu fyndarorðini hjá Anfinni Kallsberg, sum plagdi at taka til, at onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.