- Tá partrolarar koma inn um morgunin og fara út aftur um kvøldið, fær reiðarin oljuna tvær ferðir frá manningini. Hetta hava reiðarar ikki loyvi til sambært sáttmálanum, sigur Føroya Fiskimannafelag, sum fer at kanna hesi viðurskifti. Líkt er til, at trupulleikar eru við at stinga seg upp millum fiskimenn og reiðarar, nú fiskimenn eftir nýggju sáttmálunum luttaka í oljuútreiðslunum hjá fiskiskipum.
- Sáttmálin millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag gevur okkum heimild til at kanna, um reiðarar nýta rætta prísin á olju, tá manningin verður avroknað. Onkur reiðari tekur oljupengar frá manningini hvønn dag.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag á síni heimasíðu.
- Tá partrolarar koma inn um morgunin og fara út aftur um kvøldið, fær reiðarin oljuna tvær ferðir frá manningini. Hetta hava reiðarar sambært sáttmálanum ikki loyvi til.
Føroya Fiskimannafelag sigur seg nú umhugsa at fáa sær grannskoðara inn á skrivstovuna, sum kann taka sær av slíkum málum.
- Vit fara als ikki at góðtaka slíkt, sigur felagið, sum heitir á reiðarar um at halda seg til sáttmálan - og soleiðis at koma við eini útgreinaðari avrokning til manningina.
Lagt verður aftrat, at manningin sambært sáttmálanum hevur rætt til at krevja eina útgreinaða avrokning.
Føroya Fiskimannafelag vísir í hesum sambandi til § 13 í sáttmálanum, sum fevnir um útgerð:
?Hvørja ferð, skipið verður útgjørt, skal reiðarin lata avrit av útgerðarlistanum umborð, sum vísir útreiðslur til alt tað, sum manningin hevur skyldu at taka lut í eftir sáttmálanum. Listin skal umframt reiðara verða undirritaður av stýrimanni, meistara og/ella kokki?
Myndin, sum er sett aftrat hesum greinastubbanum, er tilvildarlig.