Reiðari meldaður í sambandi við vanlukku

Sjóferðslustýrið hevur meldað grønlendska reiðaríið Qajaq Trawl til løgregluna í sambandi við ein tilburð, tá ein 37 ára gamal maður doyði umborð á trolaranum Markus fyri fimm mánaðum síðani. Vanlukkan hendi, tá maðurin kom fastur í eina línu og bleiv drigin uttanborðs og druknaði.

Finn Tikjøb hjá Sjóferðslustýrinum sigur við grønlendska kringvarpið, at stýrið hevur sent løgregluni málið, tí vanlukkan stóðst av grovum ósketni, har trygdin varð sett til viks, og at reiðaríið hevur ábyrgdina.

Markus hevði einki fiskiloyvi, tá vanlukkan hendi, og tað kann kosta reiðaranum og skiparanum upp í tvey ára fongsul, skrivar KNR.