Reiðarin váttar: Vit hava stevnt landsstýrinum

Mortan Johannesen, nevndarformaður í P/F Enniberg, váttar fyri Miðlahúsinum, at teir hava stevnt Føroya Landsstýri, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Hann vísir í staðin til Kaj Johannesen, sum er stjóri í reiðarínum. Hann er tó staddur uttanlands og tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá honum. 

 

Vit endurgóvu fyrr í dag Vágaportalin fyri at skriva, at Enniberg hevði stevnt Føroya Landsstýri. Tað hevur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vátta fyri vp.fo.

 

Reiðaríið metir, sambært Rógva Reinert, at júst samtykta fiskivinnulóggávan er ein ognartøka við endurgjaldsskyldu.

 

Mortan Johannesen er nevndarformaður í P/F Enniberg, sum rekur trolaran Enniberg. Í ár hevur Enniberg havt fiskiloyvi eftir botnfiski í norskum sjógvi, í Barentshavinum og við Svalbard, umframt at hann hevur havt loyvi at fiska eftir kongafiski í Irmingarhavinum og svartkalva í Vesturgrønlandi.