Hóast meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum sigur seg taka undir við, at eitt havrannsóknarskip verður bygt skjótast tilber, so tykist alternativa loysnin hjá Jacob Vestergaard koma í alsamt størri brotasjógvar.
Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til, at løgtingslógin frá juni 2011 um at byggja nýtt havrannsóknarskip fer úr gildi. Í staðin skal landið leiga eitt nýbygt, spildurnýtt havrannsóknarskip frá onkrum privatum, sum hevur hug og pengar til at byggja eitt slíkt skip. Skipið, sum privati skal átaka sær at byggja, er longu projekterað eftir kravspecifikatiónum frá Havstovuni, og landið hevur higartil brúkt góðar átta milliónir krónur til skipið.
Undir viðgerðini í Vinnunevndini er ivi sáddur um, hvørt upphavsræturin til detailprojektið hjá Havstovuni kann latast onkrum triðjapersóni at byggja skip eftir.
Frammanundan er ivi sáddur um fíggjarleistin. Sambært Jørmann Petersen, statsaut. revisor, peikar leisturin beint ímóti, at talan er um fíggjarliga leasing, heldur enn ein leigusáttmála. Tað merkir, at øll útreiðslan til havrannsóknarskipið skal útreiðsluførast í landsroknskapin beinanvegin.
- Eg fari ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum. Eg kann ikki liva við hesum fíggjarleisti, ið er at samanbera við kreativa bókføring, sigur Reimund Langgaard.
Løgtingsmaðurin, ið eisini er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, hevur leingi verið ivasamur um fíggjarleistin. Nú ivi eisini er sáddur um rættin at brúka detailprojektið, flýtur bikarið yvir hjá løgtingsmanninum.
- Eg haldi avgjørt, at vit eiga at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip. Men eftirhondini talar alt ímóti hesi verkætlan. Tað almenna má taka yvir og sjálvt byggja havrannsóknarskipið, sigur Reimund Langgaard og heldur fram:
- Makrelavtalan gevur Føroyum stórar, nýggjar inntøkur. Eg haldi tað tí vera rímiligt at taka 70 milliónir inn í eyka tilfeingisgjaldi um árið, næstu trý árini. Hesar 210 milliónir skulu markast og brúkast til at gjalda fyri havrannsóknarskipið, sigur Reimund Langgaard.
Løgtingsmaðurin leggur dent á, at talan skal vera um eitt eyka tilfeingisgjald í eitt avmarkað tíðarskeið á trý ár, og at pengarnir skulu markast til at gjalda fyri eitt nýtt havrannsóknarskip. Sambært løgtingsmanninum er einki til hindurs fyri at taka fyrsta triðingin inn í ár. Reimund Langgaard sigur seg hava gjørt sína støðu greiða innanhýsis í Sambandsflokkinum. Málið er ikki viðgjørt í samgonguni, men áður hevur løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jóan Magnus Rasmussen, givið til kennar líknandi sjónarmið.
Les eisini: Jóan Magnus Rasmussen dámar ikki fíggingarleistin
Andstøðuumboðini í Vinnunevndini hjá løgtinginum taka ikki undir við fíggingarleistinum, sum uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til. Minnilutin mælir til, at landið byggir skipið og at verkætlanin verður raðfest innanfyri fíggjarkarmarnar hjá landskassanum komandi árini.
Lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip kemur til 2. viðgerð í løgtinginum seinni í vikuni.