Champions League
Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at tvey ensk lið møtast í hálvfinaluni í Champions League. Í fjør møttust Arsenal og Chelsea, men tað var í fjórðingsfinaluni.
Juventus var stórfavorittur at vinna seinnu fjórðingsfinaluna á heimavølli, eftir at Liverpool heldur óvæntað hevði vunnið fyrra dystin við tveimum málum móti einum. Tað vóru ikki nógvir bookmakarar, ið góvu Liverpool teir stóru møguleikarnar.
Men italska stórfelagið leveraði als ikki vøruna, tá á stóð. Juventus skapti bert ein opnan málmøguleika í øllum dystinum, og tað er at kalla óhoyrt fyri ?ta gomlu damuna?.
Størsta møguleikan hjá Juventus hevði Zlatan Ibrahimovic tíðliga í dystinum, tá hann fekk eitt gott innlegg úr vinstru frá Zambrotta. Ibrahimovic brendi tó skammiliga, tá hann bert skuldi seta innarusíðuna á bóltin fimm metrar frá málinum.
Vantandi hugflog
Juventus hevur fleiri álopskendar leikarar í heimsflokki, men eingin av hesum livdi upp til tær vónir, ið áskoðararnir vanliga seta hesum leikarum.
Nedved fekk ikki nógv burturúr sínum leikluti beint aftanfyri áleypararnar, hóast hann vísti munandi meira stríðsvilja enn nógvir aðrir á liðnum. Ibrahimovic og Del Piero vóru sera anonymir gjøgnum allan dystin, og tað var eisini symptomatiskt fyri teirra spæl, at teir báðir fingu gult kort vegna frustratión. Camoranesi, ið er ein kvikur og vandamikil offensivur leikari, fekk heldur einki burturúr mikukvøldið.
Spurningurin er so, um tað var ein off-dagur hjá Juventus, ella um vit skulu geva tí sera væl skipaða verjuspælinum hjá Liverpool heiðurin fyri tað miseydnaða álopsspælið hjá Juventus.
Tað skerst ikki burtur, at verjuspælið hjá Liverpool stóð tað ultimativu royndina, og tað var at halda nullið á Stadio Delle Alpi. Verjuketan við Finnan, Carragher, Hyypia og Traoré spældi ein fantastiskan dyst, og við tí nøkrum heilt fáum undantøkum hildu teir Juventus burtur frá fatinum.
Einastu ferð Juventus gjørdust vandamiklir var við deyðbóltsstøður. Dudek tók ein góðan høvdara frá Nedved, og stutt eftir fingu Dudek og Traoré í felag beint bóltin burtur, eftir at Cannavaro rakti stongina, tá hann var hægstur við handaru stong.
Tað, sum tók tey flestu á bóli, var, at Juventus ikki hevði eitt einasta gjøgnumspælt álop, ið endaði við einum málmøguleika allan seinna hálvleik.
Vandi fyri harðskapi
Xabi Alonso spældi sín fyrsta dyst í meira enn tríggjar mánaðir, og hann loysti uppgávuna sum avloysari hjá Steven Gerrard til fulnar. Hann var eitt bindilið millum álop og verju, og hevði fleiri góðar sendingar frameftir vøllinum. Hetta gav verjuni luft og tíð at umstilla seg til tað næsta Juventus álopið.
Baros hevði hinvegin ein stóran møguleika í seinna hálvleiki. Áleyparin fekk eina sending frá Alonso og gjørdist leysur við Buffon, men skotið miseydnaðist og fór framvið.
Juventus gjørdi fleiri álopskendar útskiftingar í seinna hálvleiki, og venjarin skifti eisini til 4-3-3, men eingin megnaði at bróta verjuna hjá Liverpool niður. Stórur saknur var í Trezeguet, men hesa umbering kann Juventus ikki nýta, tí Liverpool hevur nógv fleiri leikarar sitandi uttanfyri.
Nógv stúrdu undan dystinum fyri, at áskoðarar hjá Liverpool og Juventus fóru at bresta saman. Tí vóru 1100 løgreglufólk og trygdarvørar til arbeiðis í Torino hesar dagarnar. Nakrar fáar handtøkur vórðu framdar, men annars varð lítið at gera.
Myndugleikarnir høvdu eisini gjørt alt fyri at halda teir báðar bólkarnar av viðhaldsfólki væl og virðiliga burtur frá hvørjum øðrum. Eisini varð bannað at selja rúsdrekka í Torino 24 tímar undan dystinum.
Áðrenn dystin vóru smáir samanbrestir inni á leikvøllinum, tá viðhaldsfólk kastaðu ymiskt eftir hvørjum øðrum. Hóast nógv trygdarfólk var til arbeiðis kring leikvøllin og úti í býnum, vóru bert nakrir fáir trygdarvørar at halda skil á inni á stadion, og teir gjørdu lítið og einki fyri at steðga áskoðarunum í at tveita lutir eftir hvørjum øðrum.