Reina fríggjar aftur til Manchester United

Liverpool málverjin sigur við spanska útvarpsstøð, at tað er ikki óhugsandi, at hann fer at spæla við Manchester United í framtíðini. José Manuel Reina hevur verið Liverpool málverji síðani 2005 og er at rokna millum týdningarmiklastu leikararnir á Anfield. Men hann hevur fyrr gjørt greitt, at hann vil spæla í Champions League og vil spæla við um heiðursmerki har hann er. Nú hevur 28-ára málverjin aftur lufta sína tankar alment.

 

- Eg fari ikki at lúgva. Eg vil spæla Champions League fótbólt og kempa um heiðursmerki har eg eri. Tað hevur ikki verið støðan í Liverpool seinastu tvey árini, sigur ?Pepe? Reina, sum hann vanliga verður nevndur.

 

Í summar vildu enkir miðlar vera við, at Sir Alex Ferguson var áhugaður í at keypa spanska landsliðmálverjan. Tá var tosað um upphæddir á uml 200 milliónir krónur. Núverandi málverjin hjá Manchester United, tann 40-ára gamli Edwin van der Sar, hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasta kappingarár sum málmaður á Old Trafford.

 

- Edwin van der Sar hevur boðað frá, at hann leggur handskarnar upp á hyllina í summar, so Manchester United leita í løtuni eftir nýggjum málverja. Eg kann einki gera ella siga, tí eg havi sáttmála við Liverpool, sigur Pepe Reina við spanska útvarpsstøð sambært Dailymail.

 

Tað er ongin loyna, at José Manuel Reina og landsmaðurin, Fernando Torres, eru góðir vinmenn. Tí er sølan av honum komin illa við hjá vældámda málverjanum. Enskir miðlar vita eisini at siga, at Pepe Reina hevur møguleika at skifta til annað felag fyri 180 milliónir, um Liverpool ikki røkkur Champions League fótbólti komandi ár.