Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at Statoil hevur funnið olju við Føroyar. Blaðið skrivar at Statoil skal ha fått ferten av olje og aðrastaðni: Stena Don skal nå ha støtt på hydrokarbonoer under Brugdan- boringen, men det skal likevel være for tidlig å slå fast om det er utvinnbare mengder av olje eller gass i Brugdan. Altjóða leitistjórin hjá Statoil, Gregory Himes sigur við blaðið, at hann hevur ongar viðmerkingar, meðan talsmaðurin hjá Statoil, Kaj Nielsen sigur, at tað ganga ryktir allastaðni, men slík skal man vera varin við at trúgva.
Sosialurin hevur eisini roynt at fáa hesi tíðindi váttað ella avsannað, men hjá Statoil í Føroyum er sama svar: vit hava ongar viðmerkingar í løtuni. Vælvitandi keldur í oljuverðini, sum Sosialurin hevur tosað við, siga annars, at tað er ov tíðliga enn at siga nakað um kolvetni, tí boringin er als ikki liðug enn. Talan er tí um gitingar og ikki um fakta, tá eitt nú norskt blaðið er so avgjørt. Blaðið hevur áður frá keldum fingið at vita, at boringin higartil hevur verið áhugaverd, og hevur tað nakað við sjálva jarðfrøðina at gera. Hugsast kann at boringin hevur staðfest, at jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tey røttu til at kunna goyma møgulig kolvetni.
Eftir øllum at døma mugu vit brynja okkum við toli. Statoil hevur so eisini fyrr víst á, at ongir upplýsingar um úrslitið av boringini koma út fyrr enn fyrst í oktober tvs. um einar tvær vikur. At tað hevur gingið væl at bora gjøgnum basalt hevur so einki við eitt møguligt oljufund at gera.