Reinert gleðir seg at síggja HM-dómararnar

(Eg og mítt HM) Altjóða dómari føroyinga væntar sær eisini nógv av Robin van Persie.

Petur Reinert, altjóða fótbóltsdómari føroyinga síðani 2007, er í dag settur at svara spurningar í sambandi við 'Eg og mítt HM'


Hvussu kemur HM at ávirka títt summar?/ Hvussu nógv fert tú at fylgja við?

- HM kemur heilt víst at ávirka mítt summar í stóran mun. Eg vóni at síggja so nógvar dystir sum gjørligt og helst allar frá kvartfinalunum og fram


Hvørjum fert tú at halda við og hví?

- Eg fari at halda við Onglandi. hetta kemst av, at enska Premier League er tann deildin, mær dámar best at hyggja at. Tað at onki av skandinavisku londunum er við, ger tað eisini lættari at halda við Onglandi!


Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

- Fyrst og fremst gleði eg meg sera nógv til, at nógvur fótbóltur verður at síggja; hetta kemur eisini at ávirka prátið í gerandisdegnum. So gleði eg meg eisini nógv til at síggja, hvussu dómararnir fara undir upggávuna.


Hvat er títt fyrsta HM minni?

- Mítt fyrsta HM var í Meksiko í '86. Eg var 8 ára gamal, og mamma sat uppi við mær um kvøldarnar, tí eg vildi síggja dystirnar (tá var fótbóltur ikki so vanligt í sjónvarpinum, sum tað er í dag). Eg fall pladask fyri danska liðnum! Tað liðið var nakað heilt, heilt serligt. Leikarar sum Elkjær, Laudrup, Morten og Jesper Olsen, Mølby, Arnesen o.s.fr. Einastandandi!! Tað, sum stendur sterkast í mínum minni, er reyða kortið, sum Frank Arnesen fekk tað árið! (Málini hjá Maradona móti Onglandi verða heldur ikki skjótt gloymd).


Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

- Meksiko '86!


Hvør væntar tú vinnur HM?

- Brazil. Eitt klassalið, sum er á heimavølli.


Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spæalarin í HM 2014?

- Ein skaðafríur Robin Van Persie kann væl fara at gera um seg.....


Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal

Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal

Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen

Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson

Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen