Petur Reinert viðurkennir nú mistakið. – Lat meg siga sum er, at eg sá ikki hondina hjá Hanusi við tí seinna málinum. Hetta er eitt grovt mistak frá mær, og tað viðurkenni eg blankt!, skrivar Petur Reinert í skrivi til Norðlýsið. HB vann dystin 2-0 og hóast tað var seinna málið hjá HB, sum varð mest umrøtt eftir dystin, so vildu fleiri klaksvíkingar eisini vera við, at brotssparkið, ið Fróði Benjaminsen fekk í fyrra hálvleiki, var heldur bíligt.