Á fyrsta fundi í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu varð einmælt samtykt at byggja reinsverk í Súpanarvík yvir við Strond í Havn
Súpanarvík er yvir við Strond, niðanfyri trøðna hjá Sjúrði hjá Júst Sivertsen, har nýtt røktarheim verður bygt.
Gamla kloakkin, sum sæst í baksýni til vinstru á myndini, er tikin burtur av brimi, og nýggj kloakk skal gerast á hesum stað.
Forkvinnan Marin Katrina Frýdal og byggifrøðingur Ronald Poulsen, sum síggjast á myndini, upplýsa, at í 2005 setti nevndin sær sum mál at reinsa allar áir og vágir. Henda ætlan skal verða liðug í 2010.
- Ætlanin er, at børn aftur kunnu spæla ekkaleys í áunum og fram við strendurnar. Sum støðan var, so fleyt alt í mannatrekki, og kloakkstankur var allastaðni tú gekk fram við eini á ella í fjøruni, sigur Marin Katrina.
- Eg kann nevna kloakkarbeiðið, sum verður gjørt í Nólsoy í løtuni. Har runnu sjey útlop í hylin, har Ritan leggur at, og har børnini spæla um sumrarnar, sigur forkvinnan.
Arbeiðið í Nólsoy byrjaði í heyst og verður liðugt til várs.
- Alla staðni runt í kommununi er slík stór kloakkarbeiði gjørd tey síðstu fýra árini. Brúktar eru 10-15 milliónir hvørt árið, og í ár eru settar 10 mill. av til kloakkarbeiði, siga Marin Katrina Frýdal.
Málið um reinsiverk við Súpanarvík fer nú í fíggjarnevndina og verður síðani lagt fyri býráðið.
Kelda: www.torshavn.fo