Reint vatn á Tvøroyri

Allir borgarar á Tvøroyri kunnu nú fáa reint vatn. Hóskvøldið var nýggja vatnreinsiverkið í Støðlunum sett ígongd

Fólk frá Teknisku Deild í Tvøroyrar Kommunu, hava í eitt longri tíðarskeið arbeitt hart fyri at fáa hendan seinasta partin av vatnveitingini á Tvøroyri lidnan og hóskvøldið varð endiliga komið á mál. Chris Jan Michelsen, starvsfólk hjá Tvøroyrar Havn og knýttur at arbeiðinum hjá Teknisku Nevnd á Tvøroyri, hevur saman við Nomatek staðið fyri at fáa reinsiverkið upp at koyra. Vatnbrunnurin í Støðlunum stendur fyri vatnveitingini til Sevmýris, Torvheyggs, Froðbiar og Hamars og kunnu fólk á hesum støðum nú gleðast yvir at fáa reint vatn á jólum. 


Reinsiverkið í støðlunum er øðrvísi enn høvuðsverkið á Rananum í Trongisvági. Meðan tað á Rananum savnar reinsað vatn í tangar og haðani leiðir tað út í býin, so fer vatnið úr Støðlunum beinleiðis, reinsað, út í rørleidningarnar. Vatnið rennur fyrst í brunnin, síðan inn í tangar, har tað verður reinsað við sandi. Úr hesum tangum fer vatnið út, verður strálað og fer síðan beinleiðis út til nýtslu, við einari orku á uml. 24 m3 um tíman.

Arbeiðið við vatnveitingini á Tvøroyri er tó ikki liðugt enn. Høvuðsvatnveitingin á Rananum í Trongisvági rúmar einar 1400 rúmmetrar av reinsaðum vatni, og kommunan ásannar, at hetta er ov lítið, um positiva gongdin í kommununi heldur fram. Ætlanin er tí at útbyggja goymsluna á Rananum við á leið 4-5000 m3 afturat, men enn eru hesar ætlanir á tekniborðinum. Samstundis verður eisini eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at betra um og veksa um uppsamlingarøkini, ið leiða vatn til Ranan.

 

Áðrenn vatnveitingin í Støðlunum veitti reinsað vatn, megnaði kommunan at veita umleið 85% av borgarunum reint vatn. Við nýggja reinsiverkinum er nú komið upp á 98