Reinur og ljóðleysur framtíðarbilur

Týsdagin royndarkoyrdu vit elbilin Mitsubishi iMiEV, sum var komin higar í sambandi við samstarvsavtaluna, sum var undir skrivað millum elfelagið SEV og Dong Energy. Bilurin er ljóðleysur og CO2 útlátið er 0 gr/km

Ongin ivi er um, at í bilaídnaðinum eru stórar broytingar á veg. Tað er bert ein spurningur um tíð, til elbilar koma at avloysa teir vanligu bensin- og dieseldrivnu bilarnar, sum vit kenna í dag.


Mitubishi iMiEV er ivaleyst tað mest realistiska boðið upp á smáar elbilar, og tann mest framkomni av teimum vit higartil hava sæð. Konseptið við Mitsubishi iMiEV er ein eldrivin persónbilur við plássi til fýra vaksin, sum als ikki dálkar og er kvikur og lættur at handara í ferðsluni. Sum tað sæst á myndunum, eru hjólini so langt frá hvørjum øðrum sum til ber, og langa aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni.


El-motorurin hevur 64 hk, og hægsta snúningsmomentið er upp á 180 Nm, sum ger bilin eins kvikan og ein miðalklassabil við bensinmotori. Bilurin verður drivin av bakhjólunum, og toppferðin er 140 km/t. Umframt at koyra í D (drive), ber til at seta girstongina á E (eco), tá hann koyrir mest økonomiskt, ella B, tá tann løðir í battaríni, meðan hann koyrir.


Battaríini, sum viga 200 kg, eru millum gólvið í bilinum og sjálvan botnin. Hetta er við til at halda tyngdipunktinum lágt niðri til frama fyri tryggar og stabilar koyrieginleikar. Dekkini eru eisini sergjørd við sera lágari rullumótstøðu. Sum aðrir vanligir bilar hevur hann ABS og airbag. Bilurin vigar tilsamans 1.080 kg.


Mitsubishi iMiEV hevur lithium-ion battaríir, sum eru sett saman av 22 modulum til ein samlaðan battarípakka. Sambært Mitsubishi eigur bilurin at kunna koyra 144 km upp á eina fulla løðing, men tað valdast sjálvandi hvussu koyrt verður, og hvar bilurin koyrir. Battaríni hava 10 ára garanti ella 150.000 km.


Mitsubishi iMiEV er fyrireikaður til ymsikar mátar at løða bilin uppá. Løðing við 220V spenningi, sum verður nýttur í vanliga húsholdninginum, 380V er ein møguleiki og so er eitt stikk til skjóta løðing (quick charge), sum helst verður ein partur av t.d. infrastrukturinum í framtíðini.


Bilurin var royndarkoyrdur hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin, sum umboða Mitsubishi í Føroyum.