Reklamustjórin skal styrkja LÍF

Eftir 10 ára frávegur frá fótbóltinum, ætlar Petur Slyne sær nú aftur at gera um seg. Saman við LÍF leggur hann nú til brots við venjingunum

Come-back

Nógv av viðhaldsfólkunum hjá HB munnu minnast tíðina, tá Petur Slyne gjørdi um seg á besta liðnum. Hóast kvikleikin ikki var hin sami, sum hjá so nógvum av liðfeløgunum, so var tekniskt sterki verjuspælarin í fleiri ár ein av stuðulsspælarunum á liðnum.
Bert 16 ára gamal varð hann slúsaður inn í hópin, og í fleiri ár var hann roknaður sum púrasta fastur partur av hópinum. Hóast FM-heitini í '88 og '90 ivaleyst munnu teljast sum hæddarpunkt hjá spælaranum sjálvum, so munnu áskoðararnir serstakliga minnast eina einstaka hending frá 1989. Í fyrstu finaluni um Løgmanssteypið, har HB spældi málleysan javnleik móti B71, var Petur spælarin, sum var næstur at avgera dystin. Hetta tá hann við eium framúr hálvfluktara úr 18 metrum bankaði bóltin á undirsíðuna á tvørtrænum, men inn fór bólturin altso ikki.

Valdið lýsingarnar framum
Hvussu var og ikki, so vann HB seinnu finaluna ta ferðina, soleiðis at Petur eisini fekk tað steypið afturat savninum. Men árini hjá Peturi í HB gjørdust ikki so nógv fleiri. Longu eftir kappingarárið í 1992, segði hann fyribils farvæl til fótbóltin. Talan gjørdist tó um eina stutta afturvendan, tá hann í 1996 eisini spældi við, men so tóktist alt eisini vera liðugt. 25 ára gamal hevði hann tá eisini roynt tað mesta í føroyskum fótbólti, og tí var hugurin ikki heilt tann sami.
- Hetta var eisini tíðin, tá fótbólturin gjørdist meira og minni professionellur í Føroyum. Tað setti størri krøv til spælararnar, og tá eg so varð noyddur at velja millum fótbóltin og starvið sum lýsingarstjóri, valdi eg yrkið framum, sigur Petur.
Men nú røkist fyri, at talan verður um eitt come-back. Í øllum førum hevur Petur játtað at verða partur av hópinum hjá LÍF. Og sjálvur ætlar hann sær í øllum førum eisini at sleppa í part úti á vøllinum.
- Nú fáa vit at síggja. Fyrst og fremst, so havi eg tikið hetta sum eina avbjóðing til mín sjálvan. Eg havi als ikki spælt veruligan fótbólt hesi 10 árini, síðani eg gavst í 1. deild, so eg skal fyrst av øllum koma í venjing. Komi eg tað, so vóni eg sjálvandi, at eg eisini kann verða partur av liðnum - og vónandi eisini partur av uppflytingarstríðnum í fyrstu deild.
- Fyrst av øllum ræður tó um at koma í venjing. Higartil havi eg sníkt meg onkran rennitúrin, men tað hevur mest av øllum verið í loyndum, so fólk ikki verða fullkomuliga skelkað, tá tey brádliga síggja meg renna, ljóðar tað at enda flennandi frá lýsingarstjóranum.