Rektarin: Vit kunnu líka so væl biðja foreldrini fara eftir teimum

– Vit fáa einki gjørt við, hvat næmingarnir gera uttan fyri skúlatíð og uttan fyri skúlaøkið. So kunnu vit líka so væl biðja foreldrini fara eftir teimum.

 

Tað sigur Herleif Hammer, rektari í Hoydølum, sum er sera harmur um, at næmingarnir kunnu finna upp á slíkt sum at órógva ferðsluna.

 

– Næmingar hava fingið at vita, at toleransan fyri fráveru er sera lág yvir fyri einum slíkum tiltaki, og fleiri teirra áttu heldur at verið í skúla í dag, sigur rektarin.

 

Tað er púra vanligur skúladagur í Studentaskúlanum í Hoydølum í morgun, og vanlig skúlagongd er í tvær vikur afturat.

 

– Hetta er tað, sum tey kalla »skulkidagur«, tá tey koma oman í skúlan at skulka, sigur rektarin, sum heldur tað geva lítla meining.

 

Nú hevur ferðslan á Hvítanesvegnum staðið at kalla still í út við ein tíma. So staðfestast kann, at hvørki løgregla ella foreldrini hjá næmingunum í 3. g í Hoydølum hava fingið bilbugt við skulkitiltakinum hjá næmingunum.

 

– Hetta er hamrandi troyttandi. Vit hava tosað við næmingarnar frammanundan og biðið tey í minsta lagi havt eitt sindur av sjálvjustitsi, tí tað er als ikki vandaleyst at órógva bilar í ferðsluni um morgunin, sigur Herleif Hammer.

 

Hann vísir á, at onkuntíð hevur løgreglan handtikið onkran, og tað hevur hjálpt eitt sindur.

 

Nú er klokkan 8:25, og enn eru langar bilrøðir bæði eftir Hvítanesvegnum og Eystara Ringvegi, so hóast løgreglan er á staðnum, so eru tað næmingarnir í Hoydølum sum hava valdið á bæði yvirvøld og morgunferðslu.