Remee ikki við longur

Alt bendir á, at Remee ikki er dómari í X-Factor, tá TV2 næsta ár vísir kappingina.

Tað ljóðaði í gjár í donskum miðlum, at eftir øllum at døma verður Thomas Blachman dómari komandi ár, tá X-Factor flytir av DR1 til TV2.

 

 

Hinvegin bendir alt á, at Remee ikki situr við dómaraborðið.

 

 

Hann hevur á Instagram skrivað, at eitt tíðarskeið í lívinum er av.

 

Hetta verður mett sum váttan fyri, at hann ikki longur er X-Factor dómari, tá TV2 fer at senda X-Factor.