Remee lagdur undir stuldur

Danski sangskrivarin Remee, sum er ein av dómarunum í danska X-Factor, vann herfyri týska Grand Prixið við einum sangi hjá sær.

Tað var bólkurin No Angels, sum framførdi sangin hjá Remee. Nú vil ein týsk útvarpsstøð verða við, at Remee hevur stolið sangin. Hann hevur kopierað lagið frá einum luttakara í einum týskum talent-showi. Remee sigur, at han hevur ikki stolið nakran sang, og sangurin hjá honum er skrivaður langt, áðrenn umrøddi sangurin, sum hann skal hava tikið, kom fram.

Mynd: Polfoto