René sigursharri hjá Brøndby

Fótbóltur: Føroyski U21-landsliðsleikarin, René S. Joensen, hevur skapt yvirskriftir í Danmark eftir at hann um vikuskiftið skeyt eitt mál og legði upp til eitt mál í 2-1-sigrinum hjá fremsta Brøndby-liðnum ímóti HB Køge

Tað gongur við rúkandi ferð hjá 19 ára gamla René S. Joensen, sum spælir við danska felagnum Brøndby IF. Ímóti kappingársenda herfyri fekk hann sínar fyrstu minuttir í Superliguni, og sunnudagin var hann í byrjunaruppstillingini í einum venjingardysti ímóti HB Køge á Brøndby Stadion. Brøndby byrjaði við sterkasta liðnum, og boðar tað frá góðum hjá René. Eftir dystin hevur hann eisini enn fleiri grundir til at vera væl nøgdur, tí hann var heilt greitt dagsins maður og fekk allar yvirskriftirnar.

Eitt mál og eitt upplegg
Hóast Brøndby legði væl frá landi og alt fyri eitt skapti eitt stórt trýst á málið hjá HB Køge, so var tað eftir eitt einmansavrik frá Lee Rochester Sørensen, at HB Køge legði seg á odda stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki svaraði Brøndby tó skjótt aftur, og var tað eftir eitt frálíkt innlegg frá René S. Joensen, at Nicolaj Agger fekk stýrt bóltin í málið til 1-1.
Tá ið ein tími var leiktur, skoraði René S. Joensen sjálvur sigursmálið. Mong vildu vera við, at Nicolaj Agger átti brotsspark, men tað legði dómarin líka í. Ein, sum eiheldur legði nakað í tað, var René, sum við einum dundurskoti frá brotsteigarmarkinum sendi bóltin í mál til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Góðar 20 minuttir fyri leiklok mátti René lata seg útskifta vegna krampa, men tað tók ikki frá honum, at hann gjørdist dagsins hetja hjá Brøndby og hevur fingið fleiri miðlar í Danmark at útnevna hann sum dagsins leikara.
Gott 1400 áskoðarar vóru møttir til venjingardystin á Brøndby Stadion, sum var hin seinasti áðrenn Superligan fer í gongd aftur. Brøndby spælir sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum nú sunnudagin. Teir hitta OB á heimavølli.