René: Skal eg byrja inni?

FM1: Landsliðsmiðvallarin hevði ikki fingið við, at hann skal byrja inni

Tað einasta, sum Lars Olsen hevur avdúkað og staðfest rundan um Nations League landsdystin, er at René Shaki Joensen byrjar inni, og at vit spæla 4-2-3-1. Tað munnu tvey flestu hava fingið við seinastu tveir dagarnar, men ikki René.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg hoyrdi tað akkurát nú á tíðindafundinum, at eg skal byrja inni, sigur René Shaki Joensen, tá FM1 fær orðið á hann til venjing í kvøld.

 

Hetta hevur staðið blæði eina ferð og tvær ferðir á In.fo, men havnarmaðurin í Grindavík hevur onnur ting at gera, enn at lesa In.fo og aðrar tíðindasíður.

 

Les eisini: Her er liðið

 

- Hevur tað tað? Eg havi bara hugsað um at gera meg til reiðar til dystin, sigur René Shaki Joensen flennandi.

 

René Shaki Joensen skoraði, tá vit í fyrsta umfari í Nations League vunnu 3-1 á Malta á Tórsvølli. Tá gloymdi hann at feira málið, sum hann hevði ætlað. Betri gekk at jubla, tá hann javnaði til 1-1 móti Kosovo. Jubilsenan hevði íblástur frá telduspælinum Fortnite. Men er hann til reiðar at jubla aftur?

 

- Ja, eg fari at gera eina jubilsenu frá Fortnite um eg skori, sigur René Shaki Joensen.

 

Føroyar spælar í kvøld klokkan 19.45 móti Malta. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn.