- Størsta broytingin var at uppliva, hvussu spontanir og frælsir føroyingar eru, og hvussu menniskjaligu og persónligu eginleikarnir verða virðismettir fram um status og støðu á arbeiðsmarknaðinum. Hesir eginleikar standa í sterkari andsøgn til mína bakgrund.
70 ára gamla Renate Simonsen úr Sveits telist helst millum teir útlendingar, sum hava búð longst í Føroyum. Eftir fleiri styttri vitjanir fyrst í sekstiárunum búsetti hon seg fast í Føroyum í 1966, og her hevur hon verið síðani. Øll árini hevur hon starvast í føroysku ferðavinnuni. Fyrstu 18 árini á Ferðamannastovuni, í 1984 gjørdist hon leiðari á Faroe Swiss Travel Center, og í 1988 stovnaði hon saman við Dánjali Poulsen og manninum Sigurdi Simonsen Faroe Travel, har hon hevur verið síðani.
Tað, at Føroyar gjørdist heim hennara, byrjaði við eini tilvildarligari vitjan afturi í 1960. Men lítið varnaðist hon, at henda vitjanin var byrjanin til eitt kærleiksforhold, bæði til landið og til komandi mann hennara.
Ferðamannastovan
Renate er fødd í 1935 og vaks upp í lítla norðursveitsiska ídnaðarbýnum Zofingen við góðum 10.000 íbúgvum í týskttalandi partinum av Sveits. Við einum pápa, sum hevði høgan sess í eini pharmaseut-fyritøku, hoyrdi Renate til hægra miðalklassan, og barndómurin var "ljósur og sorgleysur", sum hon sjálv tekur til. Eftir fólkaskúlan tók hon handilsskúla í franskttalandi partinum av Sveits, áðrenn leiðin gekk til høvuðsstaðin Zurich, har hon hevði fingið arbeiði á eini transportfyritøku. Við síðuna av sínum arbeiði tók hon hesi fýra árini í Zurich studentsprógv, áðrenn hon fór á universitet í Perugia í Italia. Eftir eitt intenst ár hevði Renate fingið prógv í italskum máli.
Men so kom dagurin, sum var fyrsta stigið á leið hennara móti fjarskotnu oyggjunum í Norðuratlantshavi. Av tilvild sá Renate eina starvslýsing í einum blaði frá eini ferðaskrivstovu í Keypmannahavn, sum søkti eftir korrespondentum í týskum og fronskum. Hon søkti og fekk starvið, og eftir eitt ár í Keypmannahavn fekk hon sína fyrstu summarfrítíð.
Eg sat og hugdi í mítt atlas og spekuleraði uppá, hvat eg skuldi nýta mína stuttu summarfrítíð til. Eg hugdi at ymsum møguleikum kring Danmark, og knappliga fekk eg eyga á nakrar lítlar oyggjar í Norðuratlantshavi, sum eg ongantíð hevði hoyrt um áður. Eg setti meg í samband við eina ferðaskrivstovu, sum beinanvegin ráddi mær frá at fara. "Fólkini eru løgin, eingin skilir mál teirra, og har er bara regn", søgdu tey við meg. Men teirra grenj virkaði øvugt uppá meg, og í tí løtu visti eg, at Føroyar var mítt næsta ferðamál, greiðir Renate frá.
Hon kom so til Føroya í mai mánaði 1960, og viðvíkjandi veðurlagi gekk tað út, sum svørtskygdu danirnir høvdu spátt. Tað regnaði og regnaði, men hon var væl móttikin á Ferðamannastovuni, sum Sigurd Simonsen var stjóri á. Arbeiðið á skrivstovuni var alsamt vaksandi, og í staðin fyri at ferðast kring Føroyar í keðiliga veðrinum, varð Renate spurd, um hon ikki kundi veita eina hjálpandi hond.
- Eg segði ja, og eg arbeiddi líka til september mánaða hetta summarið, minnist Renate aftur. Í staðin fyri at fara aftur til Keypmannahavnar, gekk leiðin síðani til London, har hon tók "proficiency" (Cambridge University) í enskum máli, og eftir eitt ár í London gekk leiðin summarið eftir aftur til Føroya til arbeiðis á Ferðamannastovuni.
Hetta summarið upplivdi eg sera nógv. Vit vóru í grind, eftir havhesti, gingu í fjøllunum og vóru til útróðrar, og tá eg fór heim aftur til Sveits hetta summarið í 1962, metti eg, at nú hevði eg sæð nóg mikið av Føroyum. Eg segði tí hesuferð endaliga farvæl við Føroyar, greiðir Renate frá.
Kærleikssøgan
Við sínum málsligu evnum fekk Renate síðani arbeiði á ferðaskrivstovu í italska høvuðsstaðnum Rom, og her búði hon í fýra góð ár. Sjálv væntaði hon, at hon fór at vera verandi í Rom, men lagnan vildi tað øðrvísi.
Knappliga ein dagin fekk hon fjarrit úr Føroyum, sum hon ikki hevði hoyrt nakað til øll fýra árini í Rom, og undirritaði var fyrrverandi stjórin hjá Renate, Sigurd Simonsen.
- Talan var um eina lítla og "óskyldiga" heilsan, og eg uppfataði heilsanina als ikki sum nakra kærleiksbræv, sigur Renate flennandi. Sigurd forkláraði heilsanina við, at hann hevði fingið nýggjan fjarritara, sum hann vildi sleppa at royna, og so varð upplagt at skriva til fyrrverandi starvsfelagan í Rom. Um hetta mundið droymdi Renate ikki um, at fjarritið skuldi gerast byrjanin til enn eina føroyska innrás í hennara lív, men um framtíðar maður hennara um hetta mundið hevði fingið gott eyga á henni og var farin at leingjast, er ikki heilt ósannlíkt.
- Um okkurt annað lá aftanfyri óseku heilsan hansara, veit eg ikki, sigur Renate, meðan hon flennir so hjartaliga. Í øllum førum fekk lítla fjarritið avleiðingar, tí eftir hetta gjørdi Renate ikki mætari enn at bjóða Sigurdi til Italia í aftursvari sínum.
- Mær tykti satt at siga synd í fyrrverandi stjóra mínum. Hann gjørdi eitt so stórt arbeiði fyri føroyska ferðavinnu, men samstundis hevði hann sjálvur einki sæð av verðini og hevði ferðast sera lítið. Tí bjóðaði eg honum til Rom, uttan at eg á nakran hátt hevði væntað, at hann fór at koma. Men hann kom, og vit ferðaðust saman víða, minnist Renate aftur.
Tá Sigurd fór heim, spurdi hann Renate, nær hon aftur fór at koma til Føroya, og av tí at tað var farið at ganga skeiva vegin á fyritøkuni í Rom, sá Renate aftur ein møguleika at leita sær norðureftir. Hon gjørdi av at flyta til Føroya á heysti í 1966, og stutt seinni gjørdust Sigurd og Renate par. Tey giftust í heimbygd hennara í Sveits tvey ár seinni og búsettu seg síðani í Føroyum, har tey hava verið síðani.
Frælsir føroyingar
Sum fastur íbúgvi í Føroyum frá 1966 varnaðist Renate skjótt, hvussu øðrvísi føroyska lyndið var samanborið við hennara bakgrund í Sveits. Víst hevði hon verið í Føroyum fyrr, men nú upplivdi hon, hvør munur var á lísvhátti føroyinga samanborið við lívið á europeiska meginlandinum.
- Føroyingar eru hundrað prosent náttúrufólk. Tit eru spontan, impulsiv, fleksibul og á ein hátt sera elastisk. Føroyska lyndið gevur altíð rúm fyri broytingum og óvæntaðum viðurskiftum, og hetta er eftir mínum tykki ein fantastiskur eginleiki, sum virkaði heilt øvugtur fyri mær, tá eg av fystan tíð kom til Føroya, greiðir Renate frá.
- Ja, onkuntíð kundi eg gerast heilt forvirrað, leggur hon flennandi afturat. Hon sigur, at samanborið við føroyingar vaks hon sjálv upp í einum fastlæstum mentaliteti. Hennara bakgrund var eyðkend av, at alt skuldi leggjast til rættis út í æsir. Lívshátturin í Sveits var eyðmerktur av, at tað ikki var rúm fyri yvirraskilsum, og alt var fastlagt í føstum karmum.
- Tí var størsta broytingin fyri meg, hvussu frælsir og spontanir føroyingar eru. Hesir eginleikar hava eina frígerandi ávirkan, og tað hevur verið áhugavert at uppliva tveir so ymsar hættir at liva sítt lív uppá, sigur Renate Simonsen.
Og Renate hevur eisini hug at nevna aðrar dygdir við føroyska samfelagnum, sum hon ikki upplivdi í ymsu samfeløgunum, hon hevur verið partur av í Europa.
- Bæði í Italia og Sveits var fyribrigdið status altavgerandi. Tín persónur og títt lív varð definerað út frá, hvør støða tín var á arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum upplivdi eg harafturímóti, hvussu menniskjaligu og persónligu eginleikarnir í nógv størri mun verða virðismettir. Jú minni samfelagið er, jú tættari verða sosialu relatiónirnar, og jú meiri koma persónligu dygdirnar til sín rætt. Tí verður tú í Føroy-um vurderaður meiri sum menniskja og minni sum út frá status-kriterium, sigur Renate Simonsen.
Samstundis sum sosialu relatiónirnar eru størri í einum lítlum samfelagi, verður mangan ført fram, at sosiala kontrollið eisini er størri. Lokalsamfelagið loyvir ikki sínum borgarum tann anonymitet, sum stórbýurin hevur at bjóða, og spurd, um eitt lítið samfelag sum Føroyar ikki eisini kann virka avmarkandi og bindandi fyri sínar íbúgvar, er Renate greið.
- Víst er sosiala kontrollið sterkari í lokalsamfelagnum, men mín niðurstøða er framvegis, at tú hevur betri fortreytir fyri at liva eitt erligari lív í Føroyum, tí føroyingar vilja vita, hvør tú ert, áðrenn teir vilja vita, hvat tú gert. Í teimum mentanum, eg havi livað í, er tað um-vent, sigur Renate, sum vísir aftur, at hetta eru ov grovar generaliseringar.
- Sjálvsagt kann alt ikki skerast yvir ein kamb, men gjøgnum míni mongu ár á europeiska meginlandinum havi eg tó ongantíð upplivað tað, eg hitti í Føroyum. Tí var hetta ein broyting fyri meg. Føroyar hava tí lært meg ein nýggjan hátt at liva mítt lív uppá, ein erligari, meiri einfaldan og meiri menniskjaligan lívshátt, sum eg virðismeti og eri glað fyri at hava kent í so mong ár, sigur 70 ára gamla Renate Simonsen úr Sveits at enda.