Renault Mégane II ? øðrvísi og smartari snið

Renault hava seinastu árini víst, at teir tora at ganga sínar egnu leiðir, vit hava sæð tað við teimum størru luksusbilunum Aventime og Vel Satis. Nú er túrurin komin til Mégane II, ið bleiv valdur til ársins bil í Evropa í 2003

Magnus Gunnarsson

Renault Mégane II sær út til at koma sera væl frá byrjan. Fyrst bleiv hann valdur til »Car of the Year 2003«, síðan fekk hann fimm stjørnur í EuroNCAP testunum. Hetta sigur nakað um at bilurin ikki bert hevur útsjóndina við sær men eisini trygdina, komfortin og koyrieginleikarnar. Mégane er fyrsti bilur í heiminum við "Submarining"-airbag í forsetrunum, ein skipan ið forðar fyri, at bilførarin og síðumaðurin kunnu glíða úr trygdarbeltunum undir eini harðari uppbremsing ella í eini ferðsluvanlukku. Síðuairbag og gardinairbag eru standard. Bilurin er gjørdur yvir ein heilt nýggjan plattform. Nýggi Mégane er gjørdur við teimum størru luksusbilunum Renault Aventime og Renault Vel Satis sum fyrimynd, teir bilarnir verða ikki seldir í Danmark ella her um okkara leiðir. Bilurin fæst við trimum bensinmotorum frá 98 til 120 hk og tveimum dCi dieselmotorum við ávikavist 80 og 120 hk. Mégane II hevur elektroniska servostýring og koyrieginleikarnir eru í besta franska stíli. Bilurin er væl útgjørdur við t.d. fjarstýrdum sentrallásum, aircondition við køling av handskarúminum og elektroniskum oljumátara. Eins og á Renault Laguna verður Mégane II settur í gongd uttan startlykil, men við einum korti, SmartCard. Bilurin verður gjørdur við trimum og fimm hurðum og fæst í útgávunum Authentique, Expression og Dynamiqe.
Tann nýggi Scenic kemur í heyst, møguliga kemur hann samstundis sum stationcar. 7 pers. Scenic, coupé, cabriolet og sedan koma í vár. Í summar kemur ein diesel-motorur afturat við 100 Hk.

Renault Mégane II 1,6
Authentique Family

Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin við 115 hk

0-100 km/t10,9 sek.

Bensinnýtsla14,7 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt
Longd421,0 cm
Breidd178,0 cm
Hædd146,0 cm
Eginvekt1150 kg
Viðførisrúm330 litrar

Prísur:kr 199.850 1.6 Authentique Family
kr 184.850 1.4 Authentique Family


SøluumboðVR Bilar
Hoyvíksvegur
FO-100 Tórshavn
Tel. 322110