Talan er um ein framkomnan kvikan elbil, sum koyrir upp til 385 km upp á eina løðing. Í størstu utgávuni, R135, hevur hann 52 kwh battarí og 136 hk við 245 Nm og koyrir frá 0-100 km upp á 9,5 sekund.
Renault Zoe er ein eldrivin persónbilur, sum als ikki dálkar og er kvikur og lættur at handara í ferðsluni. Hjólini so langt frá hvørjum øðrum sum til ber, og langa aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni.
Sum nakað nýtt í kabinuni eru seturbetrekkini 100% endurnýtslutilfar eins og mittarpanelið á instrumentborðinum eisini er tað. Hetta riggar væl og gevur eina heita kenslu í kabinuni. Eisini er bilurin sera væl ljóðdoyvdur.
Renault Zoe er væl útgjørdur og hevur t.d. tráðleysa løðing av telefonini, Easy Link 9,3 Multimediasystem við navigatión og smartphone deiling, parkeringssensorar framman, aftan, í síðunum og bakkikamera og Easy Link Assist.
Við vanligari koyring ber til at velja ímillum at koyra í D ella B. Við B-funktiónini er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða bremsing. Bilurin er útgjørdur við nógvum ymiskum skipanum fyri at garantera trygga koyring undir øllum koyriumstøðum.
Umframt at Zoe kann løðast vanligt við 11 kW, er eisini møguleiki at løða bilin við 53 kW, tá tekur ein full løðing einans ein tíma.
Bilurin var royndarkoyrdur hjá Waag Bilum við Hoyvíksvegin, sum umboða Renault í Føroyum. Renault Zoe Intens R135 kostar 325.000 við mvg, men verður í løtuni seldur fyri 215.000 uttan mvg.