René Shaki Joensen verður ikki við, tá U21 landsliðið spælir móti Týsklandi á Tórsvølli 6. septembur. Hann hevur verið skaddur síðani U21 landsliðsdystin móti Írlandi, tá hann fór út við skaða.
Tað sá bara út sum ein krampi, tá René Shaki Joensen móti endanum av dystinum móti Írlandi á Svangaskarði fór av vøllinum. Tíverri vísur tað seg, at talan er um skaða, sum hevur gjørt, at Rene ikki hevur kunna vant við Brøndby síðani tann dystin
- Eg havi ikki vant nakað serligt síðani dystin móti Írandi. Tað er okkurt í baklærinum. Eg royndi at venja í dag, men skaðin breyt út aftur og tí havi eg meldað avboð til U21 landsliðið, sigur René Shaki Joensen við in.fo í dag.
Sostatt skulu Bill M. Jacobsen og Heðin Askham til at finna ein nýggjan mann til vinstra bakk plássið móti Týsklandi.