Tey gera tað í Reykjavík, í Keypmannahavn og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina og tí gera vit tað sjálvandi eisini í Tórshavn. 16. árið á rað renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon og vit bjóða øllum við.
Sunnudagin 3. juni fyllist høvuðstaður okkara við føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com.
Fyri tveimum árum síðani settu vit markið til 500 rennarar. Gravgangur var eftir startnummurum og áðrenn tiltakið byrjaði var fullteknað. Nú, tvey ár seinni er markið sett til 750 rennarar.
Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stór tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Hinvegin eru tað mest føroyingar, sum ætla sær at ganga hálva marathonið. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á stóra tiltakið. Teir súkkla við fremstu rennararnum og súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum.
Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.
Startnummar skulu heintast í Sport 24 í SMS fríggjadagin 1. juni kl. 14 til 18, leygardagin 2. juni 12-16 ella á Snarskivuni sunnudagin frá kl 11:15.
Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú bæði renna 10 ella 5 km. Á skránni er eisini stuttleikarenning, sum er 1,8 km – hetta er ætlað børnum, men foreldur og onnur vaksin kunnu saktans renna við eisini. Fyrireikararnir leggja dent á at sunnudagurin 3. juni verður ein renniveitsla fyri øll.
Startskotið til Atlantic Ariways Tórshavn Marathon verður á Vaglinum sunnudagin 3. juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.
Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon.
– Vit gleða okkum til stóra rennidagin og tit eru vælkomin við út á gøturnar, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.