Renna undan botninum

Botnuppgerð verður á Vágseiði seinnapartin, tá ið FC Suðuroy fær vitjan av EB/Streymi

Klokkan 14.30 verður fyrsta bríksl á Vágseiði, har FC Suðuroy fær vitjan av EB/Streymi. Hesi bæði liðini hava burturúr sjey teimum fyrstu umførunum vunnið trý stig í part, og tey eru undir niðurflytingarstrikuni.

Hjá gestunum ræður um ikki at tapa, og hjá vertunum hevur tað alstóran týdning at vinna.

-Vit hugsa ikki meiri um vónbrotið í Gundadali mikukvøldið. Nú snýr tað seg um hesa sera týdningarmiklu avbjóðingina, sum vit eru fult og heilt fokuseraðir á, sigur Niels Pauli Danielsen, liðformaður í EB/Streymi.

Eftir óvæntaða 1-1 javnleikin í Gundadali í fyrsta umfari ímóti B36 hevur tað gingið illa á útivølli hjá EB/Streymi, sum bæði síðsta sunnudag í Klaksvík og mikukvøldið í Gundadali ímóti B36 tapti 4-0.

Hjá EB/Streymi er Jens Michael Jensen framvegis skaddur.

 

Í Vági ásanna teir, at tað er í sovornum uppgerðum sum hesari, at stigini skulu vinnast á heimavølli, um møguleiki skal vera at varðveita plássið í deildini:

-Vit vóru sera vónbrotnir, tá ið HB skoraði 2-1 sigursmálið í síðstu løtu síðsta sunnudag her í Vági. Talan er tó um støðuga menning, og vit rokna framvegis við møguleikanum, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy.

Salmundur Bech er framvegis skaddur. Nú er hann tann einasti, sum ikki er tøkur. Sammett við fyri einari viku síðani eru Jón Krosslá Poulsen, Jan Áki Jacobsen og Vallerian Iobashvili tøkir aftur.