Fyri fyrstu ferð skipar Bragdið fyri rennikapping úti á Argjum, hin 6. desembur. Hetta er triðja vetrarkappingin í ár, men fyri fyrstu ferð verður runnið hinumegin Sandá.
Fyriskipararnir siga, at tankin er sprottin á onkrum av felags rennitúrunum, ið tey hava runnið út á Glyvursnes og nú gera tey so álvara av tí.
- Útsýnið av Glyvursnesi yvir Havnina, er frálíkt, bæði í góðum og minni góðum veðrið og tí vilja vit, at onnur eisini skulu uppliva hesa sjónina, skriva fyriskipararnir.
Teinurin gongur frá skúlanum á Argjahamri og út til grótbrotið á Glyvursnesi, har vent verður. Síðani verður runnið framvið skúlanum, oman eftir Glyvursvegi og til nýggju rundkoyringini, har húkurin stendur í løtuni, og niðan til fótbóltsvøllin. Haðani verður runnið eftir eini gøtu móti raðhúsunum við Kongavarða, framvið raðhúsunum og yvir til skúlan, har málið er. Hesin teinurin er umleið 8,9 kilometrar.
Barnateinurin er av skúlanum, oman til húkin, niðan til AB-húsið, framvið raðhúsunum á Kongavarða og aftur til skúlan. Hesin teinurin er 3,3 kilometrar.
- Eftir sum vit eru úti á Argjum fyri fyrstu ferð, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum, Argja fólkum og øðrum, sum ikki hava hug at kappast, men bara at ganga ella renna ein túr, at luttaka. Byrja verður eisini frá skúlanum og út á Glyvursnes at venda, og aftur til skúlan. Motiónsrutan er 5,6 km.
Luttøkugjaldið fer óskert til felagsskapin Í menniskjum góðum tokki. Kappingin byrjar 6. desembur klokkan 11.00.
- Vit eru ordiliga spent og vóna at síggja so nógv sum gjørligt, bæði rennarar í Vetrarkappingini og ikki minst nógv, sum bara hava hug at ganga ein túr og gloyma jólarokið eina løtu og njóta tað vøkru náttúru og útsýnið, skriva fyriskipararnir.