Næstu tvey vikuskiftini verða føroysk ítróttarfólk gerandiskostur í íslendska høvuðsstaðnum, tí í morgin fara Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø og Rúni Seloy at kappast við aðrar ungar rennarar í stóru kappingini, Reykjavík International Games, sum fyri teirra viðkomandi verður á innandura breyt í Laugardalinum.
Bjørk, sum er 18 ára gomul, er vaksin úr sokallaða talentbólkinum, men framvegis hava 16 ára gamla Rebekka og 15 ára gamli Rúni aldur til at vera í hesum bólki ávikavist tvey og trý ár aftrat. Nú skulu tey so bjóða bestu íslendsku rennarunum av, og í Frælsur Ítróttur Føroya eru tey errin av, at tey kunnu senda tríggjar góðar rennarar avstað.
Fyrsti føroyingurin í kapping er Bjørk Herup Olsen, sum skal renna 1500 metrar klokkan 13.35, síðani skal Rúni Seloy renna 800 metrar klokkan 13.50 og at enda Rebekka Fugloy 400 metrar klokkan 14.20. Kappingin verður víst beinleiðis í íslendskum sjónvarpi.
Føroyska innrásin í Reykjavík endar tó ikki her, tí longu næsta leygardag er stóra ungdómsstevnan, Stórmóti ÍR, á skránni í Reykjavík, og tá sendir Frælsur Ítróttur Føroya restin av av talentbólkinum avstað at kappast.