Klokkan gott níggju fríggjamorgunin, meðan menn fingust við at beina nakrar jarnplátur burtur, hendi tað, at rennigravarin hjá Tórshavnar kommunu koppaði oman á sandin á Malarenda í Nólsoy.
Førarin av rennigravaranum sigur, at tað var nógvur vindur, og av tí at jarnplátan tók nógvan vind á seg, førdi tað til, at rennigravarin misti javnvágina, og koppaði niður á skráan, ið gongur frá vegnum niður á sandin.
- Eg hugsaði beinanvegin, bara at halda mær fast í tvey handtøk, ið eru har til tað sama, sigur førarin av rennigravaranum.
Alt hendi so skjótt, at ikki bar til at gera nakað, men av tí at førarin reageraði so skjótt, og helt sær fast, fekk hann einki mein av nøkrum slag av hálvingini.
Menn frá verkstaðnum hjá kommununi vóru skjótir á staðnum og kundu staðfesta, at eisini rennigravarin var sloppin væl frá hendingini. Bert rútarnir, sum tóku fallið, vóru farnir.
So sigast má, av bæði maskina og maður vóru heppin í óhappinum.