Renning á Norðoyastevnu

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu

Í fjør eydnaðist tiltakið sera væl og vóru yvir 70 rennarar við. Í ár verður renningin leygardagin 6. juni. Rutan verður tann sama sum í fjør, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Málið verður við Telefonstøðina. Tíðarætlanin sær soleiðis út:


kl. 12.00 Børn 3-6 ár 1 km

Kl. 12.20 Børn 7-12 ár 2 km

Kl. 12.45 Vaksin 13 ár - 5 km

Kl. 13.15 Heiðursmerkjahandan og tutakast


Børn 3-6 ár byrjað við Skótahúsið og skulu renna 1 1/2 ferð runt. Børn 7-12 ár byrja við Sparikassan og renna 3 ferðir runt. Tey vaksnu byrja við Talvhúsið og renna 7 1/2 ferð runt.

Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Føroya Bjór. Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá bæði gentum og dreingjum í báðum aldursbólkum, meðan ta- hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. 2 og 3.

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar um gávur frá ymsum stuðlum. Tilmelding verður gjørd á tlf. 45 70 67, áðrenn 6. juni og verða allir luttakarar bidnir um at møta við Telefonstøðina í minsta lagi 1/2 tíma, áðrenn renningin byrjar. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 30 fyri vaksin.


Luttøkubræv

Nakrar dagar eftir renningina fáa allir luttakarnir úrslitalista og luttøkubræv sendandi. Hjá avbygdafólki er møguleiki at skifta og fáa brúsubað hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag. Øll eru vælkomin at verða við og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður líka góð sum seinasta ár.

Góða Norðoyastevnu.