Revsaðir fyri at seta virki á stovn í Vági

-Tey 25 arbeiðsplássini á Palm Seafood í Vági verða ikki til um nøkur ár, tí eitt virki í Vági hevur nógv fleiri útreiðslur, enn virkini í meginøkinum hava, siga Leivur Lindenskov og Petur Johannesen


 

- Ætlar tað almenna at aftofta vinnulívið í útjaðaranum í Føroyum og noyða øll virkini at flyta til Havnar?

Hetta er spurningurin, sum leiðslan á saltfiskavirkinum, Palm Seafood, í Vági nú seta almennu myndugleikunum. Og teir siga, at teir vilja fegnir hava svar frá Anfinni Kallsberg, Løgmanni, Høgna Hoydal, Varaløgmanni og Helenu Dam á Neystabø, fyri at fáa svar frá einum politikara úr hvørjum flokki í samgonguni.

Og tað er ikki av ongum, at Leivur Lindenskov og Petur Johannesen, sum eru oddamenn í Palm Seafood í Vági, reisa hendan spurningin.

Teir siga, at tað eru eini 25 ársverk á hesum saltfiskavirkinum, sum teir hava í Vági, og teir keypa eini 2.500 tons av fiski um árið, sum teir síðani virka.

-Men hesi arbeiðsplássini eru øll burtur um nøkur ár.Orsøkin til tað er, at tað stendst so nógvur eyka kostnaður av at hava saltfiskavirki í Vági, at vit koma ikki at standa okkum í kappingini við virkini í miðstaðarøkinum, sum ikki hava hesar somu útreiðslurnar.

Teir siga, at tað allarmesta av fiskinum, sum teir salta, noyðast teir at keypa norðanfyri og flyta hann suður,tí ongir bátar eru eftir á fjørðinum. Og síðani skulu kassar og kør flytast norður um fjørð aftur.

Teir siga, at tað kostar teimum minst 600.000 meiri at hava virkið í Vági, enn tað hevði kostað at havt eitt tilsvarandi virki í miðstaðarøkinum.

Av teimum 2.500 tonsunum, sum teir virka um árið, keypa teir umleið 300 tons í Vági og 200 tons aðrastaðni í Suðuroy

Av teimum 2.000 tonsunum av fiski, sum teir sostatt keypa norðanfjørð, eru eykaútreiðslurnar hesar hjá virkinum í Vági:

Flutningur av fiski til virkið: 2000 tons á 20 oyru fyri kilo = 400.000,00 kr.

1250 kør retur á 25 kr. hvørt = 31.250,00 kr.

23.810 av 70 L. kassum retur á 3,13 kr. fyri hvønn = 74.525,30 kr.

10.000 av 90 L. kassum retur á 3,13 kr. fyri hvønn = 31.300, 00 kr.

Sostatt kostar flutningurin av fiskinum til virki og flutningurin av íløtum retur tilsamans 537.075,30 krónur tilsamans.

Tann virkaði saltfiskurin verður fluttur av aftur virkinum í 40 fót bingjum. Sambært Eimskip er meirkostnaðurin hjá Palm Seafood av hesum 70.500, 00 krónur.

Sostatt eru eykaútreiðslurnar av at hava virkið í Vági, ístaðin fyri í miðstaðarøkinum, tilsamans 607.575,30 krónur, við mvg.

Teir báðir á Palm Seafood siga, at í hesum roknistykkinum hava teir ikki tikið kostnaðin av at flyta fisk, sum teir keypa aðrastaðni í Suðuroynni, til Vágs. Prísurin fyri tað er 12 oyru fyri kilo við Strandferðsluni.

Teir hava heldur ikki tikið aðrar útreiðslur við, sum teir hava av at vera í Vági, men sum virkini í miðstaðarøkinum ikki hava. Eitt nú er tað dýrari hjá teimum at fáa pakning til vega. Og ikki minst kostar tað meiri hjá einum virki í Vági at fáa salt til vega, enn tað kostar hjá einum virki í miðstaðarøkinum, tí farmagjald skal betalast til Vágs. Og tað er ein stór útreiðsla, tí eyðvitað brúkar eitt saltfiskavirki nógv salt.


Gera mun á virkjum

Teir báðir vinnulívsmenninir í Vági vísa eisini á, at tað almenna letur stuðul til at flutning av fiski.

- Men tað eru bara feskfiskavirkini, sum fáa hendan stuðulin fyri at flyta tann virkaða fiskin til Havnar. Stuðulin er 25 oyru fyri kilo. Saltfiskavirkini fáa ikki eitt oyra í stuðuli til at flyta saltfisk til Havnar.

-Øll virkini í landinum kappast um tað somu rávøruna. Men tað gevur onga meining, at vit, sum salta fiskin, skulu vera fyri vanbýti afturímóti teimum, sum virka feskan fisk.

Leivur Lindenskov og Petur Johannesen spyrja, um tað er so spinnandi galið í Føroyum, at landsins kosnu menn og kvinnur eru komnir til ta niðurstøðu, at tað eru tey, sum skulu gera av, hvar í landinum fiskivinnan skal vera??

-Tað er júst tað, tey gera við at gera mun á, hvørji virki skulu fáa stuðul og hvørji skulu ikki fáa stuðul.

Teir siga, at teir hava verið á fundi í vinnunevndini, har teir hava greitt frá støðuni.

- Men í vinnunevndini er uttan iva ein avgerð tikin um, at í Suðuroynni skal onki saltfiskavirki vera. - Tí verður almennur stuðul bara latin til feskfiskavirkini. Og sostatt stuðla politikararnir uppundir tann ójavna, sum longu er ímillum virkini, siga Petur Johannesen og Leivur Lindenskov.