Mynd: Marine Traffic

Revsirakt tangaskip slapp ígjøgnum Hormussundið

Eitt kinesiskt tangaskip, sum er fevnt av revsitiltøkunum hjá USA, fór ígjøgnum Hormussundið í dag, veit Reuters at siga

 

Mynd: Marine Traffic

Sambært Marine Traffic fór kinesiska tangaskipið, Rich Starry, ígjøgnum Hormussundið í dag, hóast skipið er fevnt av revsitiltøkunum hjá USA.

 

Tað var annars seinnapartin í gjár, at stongsulin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, kom í gildi, og Reuters veit at siga, at kinesiska tangaskipið var hitt fyrsta at sigla út úr Persaraflógvanum eftir stongsulin.

 

Sambært Reuters fyrrapartin er talan um, at tilsamans trý tangaskip eru farin um Hormussundið síðan fráboðaða stongsulin hjá USA.

 

- Men, við tað, at skipini ikki vóru ávegis til iranskar havnir, eru tey heldur ikki fevnd av stongslinum, leggur tíðindamiðilin aftrat.

 

Reuters veit at siga, at kinesiska tangaskipið, Rich Starry, er eitt miðalstórt skip, sum er lastað í Hamriyah í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Stutt eftir, at amerikanski stongsulin varð settur í verk seinnapartin í gjár, segði Donald Trump, at allar hóttanir úr Iran verða beindar av vegnum.

 

- Um nøkur av sonevndu skjóttgangandi álopsskipunum hjá Iran koma í nær námindi av stongslinum, verða tey fyribeind, skrivaði amerikanski forsetin á Truth Social. 

 

Í sama uppslagi skrivaði Donald Trump, at øll marinan hjá Iran, 158 skip, liggur við havsins botn.

 

Lesið eisini: Einki land hevur rætt til at steingja Hormussundið

 

https://www.in.fo/news-detail/einki-land-hevur-raett-til-at-steingja-hormussundid

 

 

 

 

 

Mynd: Marine Traffic