Kanningin í skjalagoymslunum eystanfyri av støðu Føroya í kalda krígnum verður almannakunngjørd í somu løtu, hon er handað. Helst verður tað beint hinumegin ársskiftið, sigur Herluf Sigvaldsson, stjóri á Uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni, sum hevur bílagt kanningina.
Søgufrøðingurin sjálvur, sum hevur verið í Italia og skrivað kanningina, er aftur í Danmark, og hann sigur, at bókin er um at vera heilt klár. Avtalan er, at hann skal gera hana lidna í desember, og síðan handa løgmanni hana. Bent Jensen er klárur yvir, at føroyingar eru farnir inn í eitt valstríð, tí løgmaður hevur útskrivað val til 20. januar, men tað kemur ikki honum við.
? Hetta fær meg ikki at umhugsa, um eg skal halda bókini aftur, til valið er av. Eg arbeiði púra óheftur av politiska valdinum. Eg havi eina avtalu við løgmansskrivstovuna, sum eg fari at halda. Eg havi bundið meg til at vera liðugur áðrenn árskiftið, og tað veri eg, sigur Bent Jensen.
Kann misnýtast
Bent Jensen er nøgdur við bókina og heldur nógv spennandi vera komið fram, men hann vil einki siga um innihaldið yvirhøvur. Spurdur, um innihaldið hansara bók kann vera misnýtt í valstríðnum, sigur hann, at tað er ilt at siga.
? Alt kann nýtast og misnýtast í politikki, sigur Bent Jensen.
Tað er eisini royndin hjá Sámal Tróndi Finsson Johansen, sum skrivaði bókina um støðu Føroya í kalda krígnum vestanfyri. Hann er yvirhøvur ikki í iva um, at ein slík bók verður brúkt í einum valstríði.
? Eg vóni ikki, at ein slík bók fer at ávirka valið, men tað fer altíð at vera okkurt, sum kann misnýtast. Eg veit ikki, hvat hann hevur lagt dent á, men eg havi sjálvur upplivað, hvussu Svartabók varð misnýtt til alt millum himmal og jørð, sigur Sámal T. F. Johansen, søgufrøðingur, sum í dag er landsskjalavørður.
Óheppin løta
Sámal Tróndur heldur tað vera óheppið, at ein søgubók kemur upp í valstríðið. Løgmaður átti at umhugsað, um bókin skal haldast aftur, til valið er av, sigur hann.
Spurningurin er, hvat Bent Jensen hevur valt at tikið fram. Sjálvur vil hann einki siga. Hann fírir ikki fyri at nevna nøvn, tá ið hann sigur sína søgu og er ein kontroversiellur søgufrøðingur, sum hevur gjørt tað til sítt aðalmerki at gera upp við kommunismuna. Í hesum føri verður talan um fólk á vinstraveinginum í Føroyum, sum kunnu koma undir lupp, og tað er funnin fressur í einum skitnum valstríði.
Sámal Tróndur Johansen royndi sjálvur at nevnda sum minst av nøvnum, tá ið hann skrivaði Svørtubók. Roynt var halda seg uttanveltað til tilfarið og kortini varð tað misnýtt. Hann dømi um sonevnda Føroya-kortið, sum danir brúktu í samráðingum við amerikanar, og tað skuldi eitast, at danir misnýttu føroyingar. Petur Mohr Dam og Kristian Djurhuus fingu skyldina í orðaskiftinum, men Sámal Tróndur sigur, at alt løgtingið spældi við ? og harvið allar Føroyar.
? Eg dugi væl at ímynda mær, at okkurt slikt hendir aftur. Eg ivist ikki í, at Bent Jensen er fakmaður og leggur upp fyri misnýtslu. Men sjálvt um hann garderar seg, so vita vit, at politikarar nýta øll vápn. Serliga í einum skitnum valstríði, sigur Sámal Tróndur Johansen.
Brigdini hvørva
Trupulleikin hjá søgufrøðinginum er, at keldukritikkurin hvørvur, tá ið fjølmiðlar og politikarar fara at viðgera søguligt tilfar.
? Eg upplivdi sjálvur, hvussu nuansurnar hvurvu, og politikarar og onnur tóku ting burturúr, sum passaði teimum best, og restin varð tagd burtur. Eg trúgvi ikki, at Bent Jensen er bílagdur politiskt, men er okkurt í hansara frágreiðing, sum kann misbrúkast, so verður tað brúkt, sigur Sámal Tróndur Finsson Johansen.