Reyði Krossur fer húsagongd

Á fundi týskvøldið avgjørdi Reyði Krossur Føroya, at farast skal í hvørt hús í Føroyum at útvega stuðul til londini kring Indiska Havið. ? 25 fólk møttu á fundinum, og serliga sýndu tey ungu stóran hug at luttaka, sigur Suni Vinther, formaður á Reyða Krossi. Umboð fyri landsstýrið var eisini á fundi

Týskvøldið klokkan 20 hevði Reyði Krossur Føroya fund niðri í hølunum í Vágsbotni við endamálinum at finna fram til, hvussu føroyingar kunnu luttaka í neyðhjálp til Suðurasia eftir ræðuligu Tsunami vatnflóðina í Indiska Havinum. Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi, metti talan vera um ein positivan fund, og fleiri uppskot vórðu viðgjørd. 25 fólk møttu til fundin.

Virkin ungdómur
Suni Vinther frøddis serliga um, at fleiri yngri kreftir luttóku og vóru sera initiativtakandi.
- Í arbeiðinum í Reyða Krossi eru tað mangan teir somu einstaklingarnir, sum møta til fundirnar, men týskvøldið vóru nýggj andlit at síggja, og serliga var hugaligt at uppliva ein virknan og initiativtakandi ungdóm, sigur Suni Vinther. Formaðurin greiðir frá, at alskyns uppskot vóru uppi at venda, og Reyði Krossur skuldi aftur fundast eftir evstamark á blaðnum mikudagin.

Í hvørt hús
Suni Vinther sigur, at fleiri ætlanir um innsavningartiltøk framvegis eru ógreið, tí fyrireikingararbeiði júst er farið í gongd, men semjur vórðu eisini fingnar í lag og endaligar avgerðir tiknar á fundinum.
- Ein niðurstøða á fundinum var, at farast skal í hvørt hús í Føroyum at savna pening til neyðstøddu borgararnar í Suðurasia. Við hesum er endamál okkara, at allir føroyingar skulu fáa møguleikan at aktiverast og veita hjálp, sigur Suni Vinther. Spurdur, nær arbeiðið fer í gongd at náa hvørt húsarhald í Føroyum, sigur Suni, at hetta helst verður eftir nýggjár.
- Vit meta tað vera best at bíða til eftir høgtíðina, tá íbúgvar aftur eru komnar uppá pláss í egnum heimi. So hetta innsavningartiltakið fer helst í gongd fyrst í 2005, greiðir Suni frá. Hann leggur afturat, at ætlanin eisini er at finna ein einstakan dag, t.d. ein leygardag fyrst í januar, har allir føroyingar kunnu luttaka í einum ella øðrum tiltaki, har peningurin fer til neyðhjálp.

Landsstýrið á fundi
Suni Vinther sigur, at Reyði Krossur Føroya hevur verið í sambandi við politiska myndugleikan um tað einu milliónina, landsstýrið hevur skotið upp at senda avstað. Umboð fyri landsstýrið var eisini á fundinum, og sambært Suna er longu avgreitt millum Reyða Kross og landsstýrið, at milliónin skal sendast avstað.
- Hóast eykajáttanin ikki formliga er samtykt, hava vit fingið ábyrgdina av henni, og hon verður send fyrsta dagin til danska Reyða Kross, sum síðani sendir hana víðari, sigur formaðurin.

Konsertir ov dýrar
Onnur hugskot um tiltøk vórðu eisini viðgjørd á fundinum, og Suni greiðir frá, at fundarfólkið var ein samansett eind umboðandi ymsar áhugabólkar, og øll komu við konstruktivum uppskotum. Spurdur, hvørji onnur tiltøk eru í væntu, sigur Suni, at serlig upplýsing til børn eisini er á veg.
- Vit ætla at skipa fyri einum átaki, har upplýsing um neyðhjálp, vanlukkur og hjálpararbeiði verður veitt teimum heilt ungu børnunum. Endamálið er at gera tey tilvitað um støðuna hjá mongum kring heimin, sigur Suni.
Møguleikin at skipa fyri konsertum varð eisini umrøddur á fundinum týskvøldið, men Suni sigur, at konsertir hava stórar útreiðslur við sær, og tí eru tónleikatiltøk ikki ovarlaga á listanum.
- Men um samskiparar bjóða seg fram, har kostnaðurin verður hildin á einum rímiligum støði, eru vit sjálvsagt áhuga, sigur Suni Vinther at enda.

Mynd:
- Ein niðurstøða á fundinum týskvøldið var, at farast skal í hvørt hús í Føroyum at savna pening til neyðstøddu borgararnar í Suðurasia. Við hesum er endamál okkara, at allir føroyingar skulu fáa møguleikan at aktiverast og veita hjálp, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi