Reyðikrossur hjálpir til í Yemen

Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at senda 300.000 krónur sum neyðhjálp til Yemen.

Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at senda 300.000 krónur sum neyðhjálp til Yemen.

 

- Yvir 20 miljónir menniskju hava tørv á bráfeingis humaniterari hjálp í Yemen, har heimsins størsta humanitera kreppa leikar á í løtuni, sigur Reyði Krossur.

 

Starvsfólk hjá Reyða Krossi arbeiða áhaldandi fyri at veita mat, reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur og við at betra um livikorini, sum heild.

 

Fram til juni mánaða í 2018 verður mett, at Reyði Krossur hevur veitt grundleggjandi humanitera hjálp til fleiri enn 2 miljónir fólk í Yemen.

 

- Tíverri er enn stórur tørvur á humaniterari hjálp, og tí velur Reyði Krossur Føroya á triðja sinni í 2018 at senda pengar til Yemen, hesa ferð 300.000 krónur.

 

Lagt verður aftrat, at soleiðis eru 750.000 krónur sendar til Yemen í 2018, og tilsamans hevur Reyði Krossur sent 1 miljón krónur út í heim í 2018.