Í hesi løtu er HB ferðalagið í Haifa við at pakka saman. So verður farið beinleiðis á flogvøllin, har leiguflogfarið bíðar. Gongst sum ætlað, so verður HB ferðalagið í Vágum um 7 – 8 tíðina í morgin.
Í viðførðinum heim við úr Haifa hevur HB 7-2 tap. Eftir fyrra hálvleik var Maccabi Haifa frammanfyri 3-1.
Heimaliðið var frammanfyri 2-0, tá ið HB svaraði aftur. Daniel Johansen vann bóltin á miðjuni og heilt úti við síðustrikuna í vinstru. Bólturin endaði í høgru hjá hinum vongverjanum. Heri H. Mohr legði bóltin fram í brotsteigin, og tá ið verjan tøvdi eitt vet, var Mikkel Dahl fyrstur á og eitt sindur kroystur eydnaðist tað honum at seta bóltin í málið.
Í roynd í øllum hitanum at fáa økið, sum tað varð spælt á, at vera so lítið sum møguligt, var HB verjan frammarlaga. Tað ráddi um at fáa mótstøðumenninar í rangstøðufelluna, og tað eydnaðist ofta. Men tað kostaði eisini mál, og serliga meint var tað, tá ið heimaliðið í evstu løtu í fyrra hálvleiki økti til 3-1.
Brekkan hjá HB varð uppaftur brattari, tá ið Heðin Hansen eftir ein tíma sá gula kortið fyri aðru ferð og noyddist av vøllinum. Støðan bar fríspark við sær mitt fyri og 17 metrar úr málinum, og so var støðan 4-1.
Hóast teir vóru 10 ímóti 11, so eydnaðist HB at svara aftur, tá ið Daniel Johansen við brotssparki snýtti málverjan og trillaði bóltin mitt í málið.
So var 4-2, og vónin livdi um, at tað kanska fór at eydnast at vinna tað aftur á heimavølli, sum HB var aftanfyri.
Men Maccabi Haifa koyrdi á og dugdi væl at fáa nyttu úr manningarligu yvirvágini. Heimamenninir skoraðu trý mál aftrat við langskotum, og tað sást væl, at stinni HB málverjin ilskaðist inn á seg sjálvan, at tað skuldi eydnast at skjóta fleiri mál úr fleiri enn 16 metrum.
7-2 er ómøguligt hjá HB at venda til samlaðan sigur. Men fyri HB og føroyskan fótbólt er tað týdningarmikð, at úrslitið á heimavølli verður javnleikur ella kanska sigur.
Landskappingardysturin sunnudagin ímóti ÍF í Fuglafirði er útsettur. Tí hevur HB møguleika fult og heilt at hava fokus á avbjóðingini hóskvøldið í Gundadali, sum eftir øllum at døma verður tann síðsta hjá føroysku feløgunum í ár.
Maccabi Haifa - HB 7-2 (3-1)
1-0: David 6.
2-0: David 24.
2-1: Mikkel Dahl 29.
3-1: Haziza 45.+5.
4-1: Gershon 62.
4-2: Daniel Johansen br 70.
5-2: Sahar 74.
6-2: Atzili 82.
7-2: Ashkenazi 92.
Dómarabólkur úr Belgia: Erik Lambrechts, Rien Vanyzere, Jo de Weirdt og Nathan Verboomen (4. dómari)
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Pætur J. Petersen, 63.), Heðin Hansen – Mads Bo Mikkelsen, Michal Przybylski, Adrian Justinussen (Stefan Radosavljevic, 46.) – Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 81.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Jákup L. Thomsen, Ási Dam, Áki D. Samuelsen
Gult kort: Heðin Hansen 36., René S. Joensen 56.,
Reytt kort: Heðin Hansen 60. (2 gul)
Venjari: Kevin Schindler