Nevndin í Reyða Krossi Føroya hevur avgjørt at senda 100.000 kr. sum bráðfeingishjálp til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum eftir ógvusliga ódnin Haiyan herjaði har fríggjadagin og leygardagin.
Enn er stór óvissa um tølini frá Filipsoyggjunum, men fyribils talið av deyðum er í minsta lagi 10.000. Sambart myndugleikunum á Filipsoyggjunum eru eini 4,5 milliónir fólk rakt av ódnini, ið er ein tann ógvusligasta nakrantíð.
Reyði Krossur gevur teim neyðstøddu lívbjargandi fyrstuhjálp og reint vatn, mat, teppir, presenningar og heilivág. Tó eru enn økir har trupult er at fáa bráðfeingishjálpina fram, tí infrakervið er oyðilagt av tí ógvusligu ódnini.
Reyði Krossur Føroya savnar inn pening til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum. Til ber at stuðla umvegis heimasíðuna reydikrossur.fo ella á konto hjá Reyða Krossi Føroya í teim fýra peningastovnunum, umframt gjøgnum innsavningartelefonina hjá Reyða Krossi nummar 905656.