Reyði tráðurin í føroyskum politikki

Á tíðindafundi týsdagin legði Javnaðarflokkurin fram tann poliitikk, sum flokkurin er sannførur um, er tann einasta gongda leiðin fram hjá føroysku tjóðini. Flokkurin leggur adent á at tað skal verða ein politikkur, har tað snýr seg um heildina og ikki bara um eitt mál - ríkismálið

Javnaðarflokkurin skipaði eins og aðrir flokkar fyri tíðindafundi týsdagin um valskrá floksins.

Flokkurin leggur dent á, at tann politikkur, sum flokkurin stendur fyri, ikki bara byggir á eitt mál, men er ein heildarpolitikkur har øll øki í samfelagnum verða tikin við.

Umboð floksins á tíðindafundinum tosaðu um uppskotið sjálvstýrislóg, um útbúgving, um búskaparpolitik og studningsskipanir og um privatiseringar.


Sjálvstýrislóg

Seinastu tíðina hava fleiri flokkar gjørt vart við politikk sín ríkisspurninginum viðvíkjandi.

Soleiðis er eisini við Javnaðarflokkinum.

Mótvegis Tjóðveldisflokkinum og uppskotið teirra um grundlóg og Fólkaflokkinum og teirra uppskotið um samríkjalóg, so leggur Javnaðarflokkurin sítt álit á sjálvstýrislógina.

Jóannes Eidesgaard, formaður sigur, at tað er floksins metan, at tað er tørvur á broytingum í ríkisspurninginum, men at hesar broytingar ikki skulu gerast yvir háls og herðar.

? Mótvegis hinum flokkunum, so leggur hetta uppskotið upp til eina breiða samráðing millum so nógvar flokkar á tingið, sum gjørligt, og tað er neyðugt tí her er talan um eitt veruligt stórmál.

? Eisini skal tað havast í hugað, at tað eru bert 20% av Føroya Fólki fyri loysing, meðan hini 70 % vilja hava broytingar í ríkisskipanini uttan at taka loysing.

Javnaðarflokkurin er ikki samdur við Tjóðveldisflokkinum um, at politiskt frælsi er treytin fyri fíggjarligum frælsi, men heldur hinvegin, at fíggjarligt frælsi er treytin fyri politiskum frælsi.


Útbúgving

Eitt mál, sum Javnaðarflokkurin heldur hevur stóran týdning er útbúgvingarmøguleikar og -stuðul.

Flokkurin vil tryggjað øllum javnbjóðisrættindi at fara undir lesnað og tað skal gerast við sømiligum lestrarstuðuli.

Lestrarstuðulin, sum er galdandi í løtuni er ov lágur . Hann er ikki hækkaður í 10 ár, men er hinvegin lækkaður. Flokkurin gongur tí inn fyri at hesi viðurskifti verða fingin upp á pláss soleiðis, at eingin setst aftur av fíggjarligum ávum.

? Hvørki avbygdafólk ella havnafólk hvørt eru yvir ella undir 18 ár, sigur Eirikur Lindenskov.


Búskaparpolitikkurin

Um búskaparpolitik sigur Javnaðarflokkurin, at flokkurin virkar fyri at tryggja búskaparligan javnað og at tryggja arbeiði til allar hendur.

Flokkurin er ímóti beinleiðis rakstrarstudningi, men tekur undir við einum skilagóðum ílgustudningi.

Flokkurin staðfestir, at føroysk virkir í mongum førum kappast við virkir frá eitt nú ES, sum fáa stóran studning.

Í tílíkum førum er talan um ólíka kapping, sum ikki er rættvís.

? Studningur hevur ikki bara negativa ávirkan sigur Bergur Dam, og nevnir sum dømi Smyril Line og Atlantsflog, sum bæði hava fingið studning og nú klára seg fínt.

Smyril Line hevur enn tá goldið allan peningin aftur.


Ímóti privatiseringum

Javnaðarflokkurin er ímóti tí privatiseringsbylgju sum herjar teir borgarligu flokkararnar.

Kristian Magnussen heldur, at tað er skeivt at tosað um at privatisera eitt nú Strandferðsluna og Postverkið.

? Tað er eftir okkara meting skeivt, tí tær broytingar sum skulu gerast, kunnu gerast uttan at privatisera postverkið.

? Vit eru vís í, at taparin verður brúkarin. Vit eru bangin fyri, at brúkarin kemur at gjalda meir fyri eina verri tænastu, serliga útjaðaraøkii, sigur Kristian.

Við Strandferðsluni er tað sama støðan, tí har eru nakrar rutur, sum ikki kunnu privatiserast.

? Skulu teir privatu bara tær rutur, sum geva yvirskot, eitt nú um Leirvíksfjørð og Vestmannasund? Tað kann ikki verða rætt, at tá ein ruta gevur yvirskot, so skulu privatir fáa loyvi at yvirtaka tær, meðan tað almenna skal eiga tær sum geva undirskot.

? Minnist til, sigur Jóannes Eidesgaard, at allar ruturnar vóru á privatum hondum, men teir privatu góvust tí ruturnar fóru at geva undirskot. Skulu vit nú geva teimum tær aftur nú, tá tær geva yvirskot.

? Tað halda vit er moralskt skeivt, sigur Jóannes.